Heimsmál nummar 16: Friður, rættvísi og sterkir stovnar

”Uttan frið verður eingin burðardygg menning, og uttan burðardygga menning verður eingin friður”. Soleiðis skriva Sameindu Tjóðir í formælinum til heimsmálini.

Higartil hevur tíverri ikki eydnast ST at skapa heimsfrið og trygd, sum er aðalmálið hjá stovninum. Vápnað stríð eru fleiri í tali í dag, samanborið við farnu 20 árini. Tað hoyrir tó til søguna, at í dag eru færri kríggj og færri fólk doyggja í vápnaðum stríði, enn undir kalda krígnum. Líta vit enn longur aftur í søguna, hevur heimurin mangan verið meira harðrendur enn í dag. So hóast støðan í heiminum er álvarslig, er tað kortini ikki rætt at siga, at heimurin var friðarligari fyrr.

At steðga kríggi hevur stóran týdning. Men friðurin kann standa sum tað einasta. Sekstanda heimsmálið snýr seg eisini um at minka um onnur sløg av harðskapi, eitt nú skipaðum brotsverkum og yvirgangi. Handil við menniskjum skal steðgast og vápnasmugling skal avmarkast sum mest.

Rættvísi

Samstundis er rættvísi eitt lyklahugtak í heimsmálunum. Øll skulu viðfarast rættvíst, og hetta ber í sær at menniskju í øllum londum skulu liva í einum rættarsamfelagi, har ið vit kunnu hava álit á, at politikarar, løgregla og dómarar ikki eru mutrað. Vit skulu hava møguleika at taka lut í øllum avgerðum um okkara samfelag, og á øllum stigum. Tað verður gjørligt at finna veg úr harðskapinum tá vit eisini síggja ein veruligan møguleika at skapa eina betri framtíð fyri okkum sjálvi og tey rundan um okkum.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 16: FRIÐUR, RÆTTVÍSI OG STERKIR STOVNAR

16.1

Vit skulu minka um øll slag av harðskapi og um deyða, sum kemur av harðskapi.

16.2

Vit skulu steðga ringari viðferð, misnýtslu, handli við menniskjum og øllum sløgum av harðskapi og píning ímóti børnum.

16.3

Vit skulu fremja lóg og skil bæði á altjóða og á nationalum støði. Og vit skulu tryggja, at øll menniskju verða rættvíst viðfarin.

16.4

Áðrenn 2030 skulu vit munandi minka um ólógligar peningastreymar og vápnaflutningi. Vit skulu verða betri til at finna stolna ogn og fáa hana aftur til rætta eigaran, og vit skulu berja niður øll sløg av skipaðum brotsverkum.

16.5

Vit skulu minka munandi um korruptión og mutur av øllum slagi.

16.6

Vit skulu menna virknar, ábyrgdarfullar og gjøgnumskygdar stovnar.

16.7

Vit skulu tryggja, at allar avgerðir verða tiknar á ein hátt sum er virkin, umfevnandi, fólkaræðisligur og umboðandi á øllum samfelagsstigum.

16.8

Vit skulu styrkja og betra um luttøkuna hjá menningarlondunum í altjóða felagsskapum.

16.9

Áðrenn 2030 skulu vit veita øllum fólkum ein lógligan samleika, harundir eisini rættin til føðibræv.

16.10

Vit skulu tryggja almenna atgongd til upplýsing og verja grundleggjandi frælsisrættindini, í samsvari við altjóða avtalur og lóggávu í einstøku londunum.

16.a

Vit skulu styrkja um stovnar, ið virka fyri at fyribyrgja harðskapi og vinna á yvirgangi og brotsverkum. Hetta gera vit eitt nú við altjóða samstarvi, og hesir førleikarnir skulu serliga styrkjast í menningarlondum.

16.b

Vit skulu fremja politiskar avgerðir fyri burðardyggari menning og handhevja lóg, ið ikki ger mismun á fólki.