Heimsmál nummar 10: Minka um ójavna

Nøkur lond eru munandi ríkari enn onnur. Eisini eru nøkur fá fólk í heiminum ógvuliga rík. Samstundis eru nógv fólk í heiminum ógvuliga fátøk. Nógv kjak og nógvar meiningar eru um fíggjarligan ójavna í heiminum.

Tí var tað hugvekjandi, tá altjóða stovnurin fyri búskaparligt samstarv og menning, OECD, saman við altjóða gjaldoyragrunninum IMF lótu úr hondum frágreiðingina »In it together«. Frágreiðingin staðfestir greitt, at minni ójavni fer at gagna fátøkum eins væl sum ríkum. Frágreiðingin staðfestir eisini, at valið stendur ikki millum búskaparligan vøkstur ella eitt stríð móti ójavna. Vit kunnu velja bæði, og tey stuðla undir hvørt annað. Ójavni tálmar búskaparligum vøkstri, tí at fólk í fátækradømi megna ikki altíð at gagnnýta teirra evni til fulnar. Tá evnini hjá fólki ikki verða gagnnýtt, styðja tey heldur ikki upp undir búskapin. Tí er støðugt vaksandi ójavnin í heiminum ikki einans ein filosofiskur spurningur um rættvísi og hvat ynskiligt er. Tað er eisini ein spurningur um, hvat loysir seg best búskaparliga.

Tíggjunda heimsmálið miðar bæði eftir minni ójavna millum rík og fátøk lond sum heild, og millum fólk innanhýsis í hvørjum landi sær. Heilt ítøkiliga skal miðast eftir, at inntøkan hjá teimum fátækastu 40 prosentunum av fólkinum skal vaksa skjótari enn miðalinntøkan í landinum.

Bíligari at senda pening heim

Eitt av undirmálunum fyri Heimsmál nr. 10 er at lækka kostnaðin hjá gestaarbeiðarum at senda pening til heimlandið. Bróðurparturin av peningastreyminum úr ríka til fátæka partin av heiminum er ikki longur menningarstuðul, men peningur, sum gestaarbeiðarar vinna sær í øðrum londum og senda heim til familjuna. Síðani 2008 er kostnaðurin at flyta pening millum lond lækkaður nakað, og londini eru vorðin samd um, at ómaksgjøldini á at senda pening heim í longdini skulu verða í mesta lagi trý prosent.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

 

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 10: MINKA UM ÓJAVNA

10.1

Áðrenn 2030 skulu vit røkka, og síðan halda fast við, at inntøkan hjá teimum fátækastu 40 prosentunum av fólkinum skal vaksa skjótari enn miðalinntøkan í landinum.

10.2

Vit skulu virka fyri at fevna um øll, sosialt, búskaparliga og politiskt, óansæð teirra aldur, kyn, møgulig brek, rasu, uppruna, átrúnað og fíggjarstøðu.

10.3

Vit skulu tryggja øllum líka møguleikar og minka um sosialan ójavna, eitt nú við at avtaka lógir, politikk og siðir, sum elva til mismun. Í staðin skulu vit fremja hóskandi politikk, lóggávu og gerningar.

10.4

Vit skulu taka politiskar avgerðir, sum støðugt fremja størri javna. Serliga gjøgnum búskaparpolitikk, arbeiðsmarknaðarpolitikk og sterkt sosialt trygdarnet.

10.5

Vit skulu verða betri til at lóggeva um og eygleiða altjóða fíggjarligum marknaðum og stovnum. Samstundis skulu vit styrkja tær skipanir, vit nýta til at fremja lóggávuna í verki.

10.6

Vit skulu tryggja menningarlondum betri umboðan og sterkari rødd í avgerðum, sum verða tiknar í altjóða búskaparligum og fíggjarligum stovnum. Hetta fyri at gera stovnarnar virknari, meira álítandi, ábyrgdarfullar og løgfesti.

10.7

Vit skulu tryggja at fólkaferðing og flytføri eru skipaði, trygg, reglulig og ábyrgdarfull. Hetta við at leggja til rættis og seta í verk vælskipaðan politikk um fólkaferðing.

10.a

Vit skulu seta í verk og handhevja aðalregluna hjá heimshandilsstovninum WTO um at taka serlig atlit til menningarlondini, serliga við atliti til heimsins minst mentu lond.

10.b

Vit skulu stuðla undir menningarhjálp til tær tjóðir, har tørvurin er størstur, eisini beinleiðis útlendskar íløgur og fíggjarligar streymar. Hetta er serliga galdandi fyri tey londini, har minst menning hevur verið, so sum tey afrikansku londini, smá oyggjasamfeløg undir menning og menningarlond, við ongari atgongd til havið. Átakið skal vera í samsvari við tær ætlanir og skráir, sum eru lagdar fyri tjóðina í einstøku londunum.

10.c

Áðrenn 2030 skulu vit minka um kostnaðinum hjá gestaarbeiðarum at senda pening til heimlandið. Tað skal ikki kosta teimum meir enn 3 prosent í ómaksgjøldum at senda pening heim, og flytingar við gjøldum omanfyri 5 prosent á sær skulu avtakast heilt.