Heimsmál nummar 11: Burðardyggar býir og bygdir

Helmingurin av heimsins fólkm búgva nú í býum, og flytingin úr útjaðaranum til býirnar sær út til at halda fram. Tað hevur við sær bæði stórar avbjóðingar og nógvar møguleikar. Teir nógvu stóru býirnir nýta stórar mongdir av vatni, mati og øðrum tilfeingi, og úr tí koma stórir dungar av ruski. Hinvegin verður tað eisini lættari at savna inn og handfara rusk á rættan hátt, tá nógv fólk búgva savnaði í sama øki.

Miðsavnan av nógvu fólkunum í býunum merkir eisini, at milliónir av fólki hvørt ár doyggja av dálkaðari luft. Hinvegin eru møguleikarnir at loysa henda trupulleikan eisini betri, tá fólkatættleikin er so stórur, eitt nú við meira og betri almennum flutningsskipanum.

Verður vøksturin í býunum ikki rætt handfarin, kann bera við sær at vit fáa fátækrabýlingar. Tá fátækradømi verður miðsavnað soleiðis, kann tað elva til brotsverk. Umleið 880 milliónir fólk búgva í fátækrabýlingum, sambært tølum frá 2014. Tó hava útvið tríggir fjórðingar av heimsins londum sett í verk, ella eru við at seta í verk ætlanir fyri býarmenning. Samstundis er tann parturin av fólki, sum býr í fátækrabýlingum, í minking nógvastaðni í heiminum. Í Latínamerika búðu yvir 35 prosent av fólkunum í fátækrabýlingum í 1990. Í dag er talið beint undir 20 prosent. Í Eysturasia er talið minkað næstan í helvt, úr 46 prosentum niður í umleið 27 prosent.

Ellitna heimsmálið snýr seg um, at fátækrabýlingar skulu lyftast og dagførast, soleiðis at øll fólk í 2030 skulu hava atgongd til tryggar bústaðir við neyðugu hentleikunum. Flutningskervið skal betrast, soleiðis at øll hava møguleika fyri at flyta seg, uttan at luftin verður dálkað. Eisini skal ovbyrjingin av umhvørvinum minkast munandi fyri hvørt fólkið, eitt nú við rættari handfaring og endurnýtslu av ruski.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 11: BURÐARDYGGAR BÝIR OG BYGDIR

11.1

Áðrenn 2030 skulu vit tryggja øllum hóskandi atgongd til tryggar bústaðir við neyðugu hentleikunum, til ein sámiligan prís. Fátækrabýlingar skulu betrast og dagførast.

11.2

Áðrenn 2030 skulu vit veita øllum fólkum atgongd til eina tryggja, atkomiliga og burðardygga flutningsskipan, til ein sámiligan prís. Vit skulu eisini betra um ferðslutrygdina, serliga við at økja um almenna flutningin, við serligum atliti til veikar bólkar, kvinnur og børn, fólk ið bera brek og eldri fólk.

11.3

Áðrenn 2030 skal býarvøksturin gerast burðardyggur og meira umfevnandi, við betri møguleikum fyri øll heimsins lond at leggja býar- og búsetingarætlanir á ein sameinandi, burðardyggan og fevnandi hátt.

11.4

Vit skulu leggja størri orku í at verja og varðveita heimsins mentanararv og náttúru.

11.5

Áðrenn 2030 skulu vit minka munandi um talið av fólki, ið doyggja ella verða rakt av vanlukkum, harundir eisini vanlukkur við sambandi til vatn, við denti á at verja tey fátøku og fólk í vandastøðu. Samstundis skulu vit byrgja fyri beinleiðis búskaparligum tapi í heimsbúskapinum, sum stendst av stórum vanlukkum.

11.6

Áðrenn 2030 skal ovbyrjingin av umhvørvinum minkast munandi fyri hvørt fólkið. Hetta fremja vit við at leggja serligan dent á luftgóðsku og handfaring av ruski og øðrum burturkasti.

11.7

Áðrenn 2030 skulu vit veita øllum møguleika fyri atgongd til trygg, umfevnandi og atkomilig almenn støð og grøn økir, serliga kvinnum og børnum, teimum eldru og fólkum, ið bera brek.

11.a

Vit skulu stuðla undir framskygt búskaparligt, sosialt og umhvørvisligt samstarv millum land og bý við at hjálpa teimum at styrkja um menningarætlanir fyri bæði land og landslutir.

11.b

Áðrenn 2020 skulu vit økja munandi um talið á býum og búsetingum, sum samtykkja og fremja fullfíggjaðar ætlanir fyri at økja um inklusjón, fáa størri gagnnýtslu av tilfeinginum og betra um mótstøðuføri móti veðurlagsbroytingum og vanlukkum. Vit skulu seta í verk eina heildarrættaða vanlukkustýring á øllum stigum, samsvarandi Sendai-skránni fyri vanda- og vanlukkufyribyrging.

11.c

Vit skulu stuðla teimum minst mentu londunum í at byggja burðardyggar og mótstøðuførar bygningar úr staðbundnum tilfari. Stuðulin verður veittur við fíggjarligari og tøkniligari hjálp.