Heimsmál nummar 12: Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Skulu vit taka veruliga stór tøk fyri at tryggja eina burðardygga framtíð, noyðast vit serliga at broyta okkara framleiðslu og nýtslu. Mannaættin nýtir ómetaliga nógv tilfeingi, men stórur partur av nýtsluni er óneyðug.

Hvønn dag verða 1,4 milliónir bananir burturbeindar, bara í Bretlandi. Hetta eru búnar bananir, sum eru vaksnar langt burturi, ofta sproytaðar við ymsum vakstrarevnum, og sum síðani eru fluttar túsundtals kilometrar, fyri síðani at enda í einum bretskum ruskílati. Sambært tølum frá ensku stjórnini, viðgongur triði hvør breti, at hann tveitir bananina í skrell, um bara ein plettur ella merki eru á henni. Tíggjundi hvør tveitir enntá bananir burtur, um partur av bananskalinum enn er grønur.

Minni matoyðsl

Trupulleikin snýr seg ikki bara um bananir. Umleið triðingurin av øllum heimsins matvørum enda sum rusk. Hingevin merkir hetta, at her er ein stórur møguleiki, um vit broyta hugsunarhátt og síggja spiltan mat sum eitt tilfeingi, sum vit betri kunnu nýta. Tólvta heimsmálið snýr seg millum annað um minka matoyslið í heiminum við eini helvt innan 2030.

Skynsama nýtslu og framleiðslu

Umframt matvørur framleiða vit somuleiðis eina ørgrynnu av tingum, vit møguliga ikki hava tørv á, og sum ei heldur verða framleiddar undir virðiligum korum. Ikki einans merkir hetta ovurhondsstóra nýtslu av heimsins tilfeingi, men eisini at framleiðslan og flutningurin av vørunum eru við til at oyða umhvørvið, bæði lokalt og globalt. Í nógvum førum kann framleiðslan broytast, so skaðilig evni verða býtt um við minni skaðilig evni og at hesi ikki verða latin beint út í umhvørvið. Áðrenn 2020 skulu vit handfara øll dálkandi evni og spillevni á ein umhvørvisliga skynsaman og tryggan hátt.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 12: ÁBYRGDARFULL NÝTSLA OG FRAMLEIÐSLA

12.1

Vit skulu seta í verk ein 10-ára karm fyri burðadygga nýstlu og framleiðslu (10YFP). Tey framkomnu londini skulu ganga undan, men øll lond skulu gera sín par, við atliti til menning og førimun hjá menningarlondunum.

12.2

Áðrenn 2030 skulu vit gagnnýta og handfara náttúrutilfeingi burðardygt.

12.3

Áðrenn 2030 skulu minka um matoyðslið fyri hvønn íbúgva við eini helvt, bæði í handlum og hjá brúkarum. Eisini skulu vit minka matoyðsl í framleiðsluni og hjá veitarum, harímillum mistan ávøkstur eftir at heystað er.

12.4

Áðrenn 2020 skulu røkka málinum um at handara øll skaðilig evni og spillevni á ein umhvørvisvinarligan hátt. Útlátið av hesum evnum í luftina, vatnið og jørðina skal skerjast munandi, fyri at minka um umhvørvisárin og heilsuárin hjá fólki sum mest. Hetta fremja vit í samsvari við altjóða samtyktar karmar.

12.5

Áðrenn 2030 skulu vit minka munandi um ruskmongdina. Hetta gera vit við fyribyrging, minking og endurnýtslu.

12.6

Vit skulu eggja fyritøkum til at fremja burðardygt arbeiði, serliga stórum og altjóða fyritøkum. Samstundis skulu fyritøkurnar eggjast til at skriva inn og greiða frá arbeiðinum við burðardygd í teirra ársfrágreiðingum.

12.7

Vit skulu fremja burðardygga alment innkeyp, í samsvari við politiskar avgerðir og raðfestingar í einstøku londunum.

12.8

Áðrenn 2030 skulu vit tryggja, at fólk allastaðni hava neyðuga vitan og upplýsing til at virka fyri burðardyggari menning og til at liva lív teirra í javnvág við náttúruna.

12.a

Vit skulu hjálpa menningarlondunum at styrkja um teirra vísindaligu og tøkniligu førleikar til at førka seg móti meira burðardyggari nýtslu og framleiðslu.

12.b

Vit skulu menna og taka í nýtslu nýggj amboð til at fáa yvirlit yvir árinini av burðardyggari ferðavinnu, sum er arbeiðsskapandi og fremur staðbundnari mentan og framleiðslu.

12.c

Vit skulu endurskoða vánaligar stuðulsskipanirnar til lívrunnin brennievni, tí tær leggja upp til spill av náttúrutilfeinginum. Hetta gera vit við at taka av skipanir, sum skeikla marknaðin, í við atliti til galdandi umstøður í einstøku londunum. Eitt nú við at umleggja skattin og so líðandi avtaka skaðiligar stuðulsskipanirnar á ein hátt, ið endurspeglar teirra neiligu ávirkan á umhvørvið. Her noyðast vit samstundis at taka atlit til umstøður og serligar tørvir hjá menningarlondunum, og vit skulu minka sum mest um neiligu árinini á menningina í hesum londunum, soleiðis at vit verja tey fátøku og samfelag teirra.