Heimsmál nummar 13: Veðurlagsátøk

Trettanda heimsmálið snýr seg um, at vit skulu bæði tálma veðurlagsbroytingum og verða betri før at standa ímóti teimum broytingum, sum vit ikki sleppa undan. Eisini skulu vit hjálpa menningarlondunum at minka um teirra útlát av CO2 á ein hátt, sum samstundis varðveitir neyðuga búskaparvøksturin til at røkka málinum um at basa ógvusligum fátækradømi.

Veðurlagsavtalan, sum varð gjørd í París í 2015, var eitt týdningarmikið røttu leiðini. Men avtalan er í sær sjálvum ikki nóg mikið til at loysa trupulleikan. Neyðugt er at minka munandi meira um útlátið av vakstrarhúsgassum, enn tað sum avtalan ásetir, skulu vit sleppa undan ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Tí er ætlanin at betra avtaluna í stigum, soleiðis at alheims útlátið minkar í hvørjum. Hetta fer at krevja skjótari broytingar í búskapinum í heiminum nakrantíð enn áður, og avbjóðingin er ómetaliga stór.

Hinvegin eru eisini ábendingar um, at broytingin er í gongd. Áður var Kina sæð sum ein tann størsti trupulleikin, tá samráðst varð um umhvørvið, tí mann trúði at Kina ongantíð fór at fara frá at nýta kolorkuverk. Í dag gera kinverjar størri íløgur í varandi orku enn øll onnur, og hava nýliga boðað frá, at teir ynskja at verja París-avtaluna, sum amerikanska stjórnin hjá Donald Trump hevur boðað frá, at tey ynskja at taka seg úr. Hinvegin ynskja bert 28 prosent av veljarunum hjá Trump, at USA tekur seg úr avtaluni.

Partur av frágreiðingini til at kinesararnir í støtti mun eru farnir at nýta grønar loysnir er, at prísurin á sólsellum er minkaður við 80 prosentum síðani 2008. Hetta merkir at kinverjar leggja seg eftir at nýta ta orkuna, ið loysir seg best. Serliga tá hugsað verður um, at fleiri kinverskir stórbýir eru um at kvalast av luftdálking kolorkuverkum og ferðslu. Fleiri onnur lond eru eisini við at leggja um til varandi orku, serliga tí at prísurin á sólorku nú er kappingarførur við kol og olju.

Samstundis er vindorka betri umtókt enn nakrantíð. Bara upp á eitt ár er nýtslan av koli í Stórabretlandi minkað við 52 prosentum. Trý kolorkuverk eru afturlatin og gamla ídnaðartjóðin nýtir nú meira vindorku enn kolorku.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 13: VEÐURLAGSÁTØK

13.1

Vit skulu styrkja mótstøðuførið og evnini hjá øllum londum at laga seg til nýggjar umstøður, so tey eru betri før at standa ímóti váðanum frá veðurlagsbroytingum og náttúruvanlukkum.

13.2

Átøk móti veðurlagsbroytingum skulu verða sameindur partur av politiskum avgerðum og langtíðarætlanum í øllum londum.

13.3

Almenna vitanin skal økjast og vit skulu geva møguleikunum at bæði tálma upphitingini av jørðini og at tillaga okkum veðurlagsbroytingum betri ans. Tað skal fremjast bæði hjá tí einstaka og á einum yvirskipaðum støði. Samstundis skulu menna okkara førleikar til at byrgja upp fyri og soleiðis eisini minka um skaðarnar.

13.a

Frá 2020 skulu tey framkomnu londini, við fullum gjøgnumskygni og skynsemi, stuðla menningarlondunum í teirra arbeiði at minka um útlát og at laga seg til veðurlagsbroytingarnar. Stuðulin skal vera 100 milliardir amerikanskar dollarar um árið, sum skulu stava frá ymsum keldum. Grøni veðurlagsgrunnurin skal fíggjast heilt og fáast til verka sum skjótast.

13.b

Vit skulu hjálpa minst mentu londunum og smáum oyggjasamfeløgum í menning at verða betri før fyri at leggja ætlanir upp fyri og at handara veðurlagsbroytingarnar. Millum annað við serligum denti á kvinnur og ung, umframt lokal- og útjaðarasamfeløg.