Heimsmál nummar 15: Lívið á landi

Náttúra og djóralív á landi eru undir stórum trýsti. Síðan 1970 eru helvtin av heimsins villu djórasløgunum útdeyð. Hetta kemst bæði av at vit menniskju hava veitt og dripið ov nógv av djórasløgunum, og at vit hava meira ella minni oytt teirra lívlendi. Eisini týdningarmiklar plantur og ávøkstur eru undir trýsti, tí at fólk rudda lendið til kýr at ganga á biti ella fyri at pløðga jarðarstykkini til aðra grøði.

Hóast støðan sum heild er álvarslig, eru eisini góð tíðindi. Sjeytiárini eru ikki einans byrjanin til stóru afturgongdina í náttúruni, men eisini ein tíð, har fólk gjørdust meir tilvitað um hvussu vit nýta og misnýta náttúruna. Fólk varnaðust at plantu- og djórasløg vóru í vanda fyri at doyggja út, og eisini at tað er gjørligt at taka stig fyri at byrgja upp fyri tí.

Millum annað vóru fleiri náttúruverndarfeløg sett á stovn í sjeytiárunum, sum enn í dag virka fyri at kunna fólk um støðuna, og fyri at varðveita hótt plantu- og djórasløg. Arbeiðið hjá hesum feløgunum er ein tann størsta orsøkin til, at fleiri hótt djórasløg enn eru til. Eitt nú liva munandi fleiri pandur og tikararar í villu náttúruni í dag, enn fyri 20 árum síðani. Enn er tó langt eftir á mál, sum er at lyfta villu stovarnar aftur á upprunaliga støðið.

Verri er við onnur djórasløgum. Eitt nú er talið av fílum og nasahyrningum enn í stórum falli,  tí horn og fílabein verða seld fyri høgan prís, serliga til Kina. Men eisini tann kinverska stjórnin ger nú áktøk  fyri at steðga handli við fílabeinum, og tí er enn vón fyri fílunum.

Eisinu mugu vit minnast til, at týdningarmikið er at verja og varðveita sjáldsomu djórasløgini, eisini hóast tey møguliga ikki eru eins fitt, vøkur ella bergtakandi sum pandur, tikarar og fílar. Men tá vit verja stór náttúruøki fyri at hjálpa einum djóraslagi, hjálpa vit samstundis eisini øllum øðrum djóra- og plantulívi í sama økinum.

Skynsama nýtslu av jørðini

Fimmtanda heimsmáið snýr seg ikki einans um at innibyrgja náttúruna og at friða økir, sum vit ikki kunnu nerta við. Tað týdningarmesta er, at vit skulu tryggja eina burðardygga nýtslu av náttúruni og tilfeinginum. Tí kunnu vit eisini framyvir veiða, fella trø og fiska, men tað skal gerast á ein hátt, so at vit ikki samstundis oyða náttúruna, sum gevur okkum hesar møguleikar. Hetta er týdningarmikið at leggja dent á. Bæði so at vit í ídnaðarlondum kunnu síggja stóra virðið í náttúruni, men eisini fyri at kunna geva upprunafólkunum, sum eitt nú búgva í regnskóginum, løgfrøðilig rættindi til at eisini framyvir at kunna liva í og nýta skógin á ein burðardyggan hátt.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

 

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 15: LÍVIÐ Á LANDI

15.1

Áðrenn 2020 skulu vit varðveita og fáa vistfrøðiskipanir á landi, í áum og í vøtnum í rætt lag aftur, og nýta tær burðardygt. Hetta er serliga galdandi fyri skógir, mýrilendi, fjøll og økir við vatntroti, og skal fremjast í samsvari við altjóða avtalur.

15.2

Áðrenn 2020 skulu vit stimbra burðardyggari handfaring av øllum sløgum av skógi. Vit skulu steðga oyðing av skógi og endurreisa skógir, ið eru lutvíst oyðilagdir. Kring heimin skulu vit seta munandi fleiri trø niður, har skógurin er oyddur, og vit skulu gróðurseta munandi fleiri nýggjar skógir.

15.3

Áðrenn 2030 skulu vit berja ímóti oyðimarkarmyndan og fáa økir við vánaligum gróðrarbotni og økir, ið eru ávirkað av oyðimarkarmyndan, turki og vatnflóð, í rætt lag aftur. Vit skulu stremba eftir einum heimi, har jarðargóðskan er í javnvág.

15.4

Áðrenn 2030 skulu vit verja og varðveita vistfrøðiskipanirnar í fjøllunum, herímillum lívfjølbroytni, soleiðis at fjallaøkini betri eru før fyri at veita neyðuga tilfeingið til burðardygga menning.

15.5

Vit skulu beinanvegin taka tøk fyri at steðga tapinum av lívfjølbroytni og minka um oyðingina av nátúrligum lívlendi. Áðrenn 2020 skulu vit verja hóttu djórasløgini og forða fyri at tey doyggja út.

15.6

Vit skulu fremja rættvíst og javnt býti av fyrimununum av at nýta genetiskt tilfeingi. Samstundis skulu vit fremja hóskandi atgongd til hetta tilfeingið, sum longu er altjóða samtykt.

15.7

Vit skulu beinanvegin steðga ólógligari veiðu og sølu av vardum djóra- og plantusløgum. Vit skulu halda eyga við og forða bæði útboði og eftirspurningi eftir ólógligum náttúruvørum.

15.8

Áðrenn 2020 skulu vit seta tiltøk í verk til tess at forða fyri at oyðandi djóra- og plantusløg verða innflutt. Skaðiligu árinini av teimum á vistfrøðiskipanir á bæði landi og sjógvi skulu minkast munandi, og vit skulu røkja ella sleppa okkum av við tey truplastu sløgini.

15.9

Áðrenn 2020 skal virðið á vistfrøðiskipanum og lívfjølbroytni gerast ein samantvinnaður partur av nationalum og lokalum ætlanum, menningartilgongdum og strategium, umframt eisini av frágreiðingum um at basa fátækradømi.

15.a

Vit skulu fáa gongd á og vaksa munadi um fíggjarligarligu orkuna úr øllum síðum, til tess at varðveita og gagnnýta lívfjølbroytni og vistfrøðiskipanir á ein burðardyggan hátt.

15.b

Vit skulu leggja munandi størri fíggjarligar orku, úr øllum keldum og á øllum stigum, í at fíggja burðardygga skógrøkt, og til at eggja menningarlondunum til at hava burðardygga skógrøkt. Hetta fevnir eisini um at verja skógirnar og endurreisa teir longu feldu skógirnar.

15.c

Vit skulu styrkja altjóða undirtøkuna fyri at steðga ólógligari veiðu og sølu av vardum djóra- og plantusløgum, millum annað við at betra um evnini hjá lokalsamfeløgunum at liva burðardygt.