Heimsmál nummar 4: Góðska í útbúgving

Hóast øll heimsmálini eru sera týdningarmikil og knýtt hvørt at øðrum, so er málið um at øll skulu fáa atgongd til eina holla útbúgving tað týdningarmiklasta. Tað heldur eitt nú Jeffrey Sachs, serfrøðingur í burðardyggari menning frá Columbia University, og hann er ikki einsamallur um hetta. Tí hetta málið var eisini tað sum fekk hægstu raðfesting millum 10 milliónir fólk, tá tey vóru spurd um, hvat mál tey hildu hava stórstan týdning fyri tey og familju teirra. Tað er ongin ivi um at holl útbúgving skapar eitt dygt grundarlag fyri at skilja og loysa tær avbjóðingar, sum ymisk samfeløg eru fyri og harvið eisini vaksa um vælferðina hjá okkum øllum.  

Fleiri í skúla

Tey eru framvegis mong, sum ikki fáa eina grundleggjandi útbúgving, Men støðan er nógv batnað, so tað gongur støðugt framá. Fjórða hvørt barn fekk annaðhvørt onga undirvísing ella bara part av barnaskúlanum í 1970. Í 1980-árunum batnaði støðna so mikið, at fýra út av fimm fingu ein grundleggjandi barnaskúla, og síðani ártúsundskiftið er støðna batnað so mikið, at níggju út av tíggju børnum í øllum heiminum ganga allan barnaskúlan. Og so er tað eisini eitt stórt framstig, at í dag eru tað líka nógvar gentur sum dreingir, ið fara í skúla.

Fleiri lesa og skriva

Tó er tað ikki nóg mikið bara at sita á skúlabonki, tí børnini skulu eisini læra nakað. Í summum menningarlondum er undirvísingin enn á einum lágum støði og tað hevur við sær, at summa staðni dugir bert helvtin av børnunum at lesa. Men eisini á hesum økinum er framgongd, og UNESCO metti, at  stívliga 90% av øllum ungum millum 15  og 24 dugdu at lesa í 2010, meðan talið var 83% í 1990.

Tey bókligu evnini eru týdningarmikil, men ST leggur eisini dent á frálæru, sum kann virka við til at skapa eina framtíð við minni ófriði og størri burðardygd. Eitt nú við at læra um samstarv millum tjóðir og burðardygga samspælið millum menniskju og nattúru.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her:
https://www.facebook.com/events/156676234984952/

 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

 

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 4: GÓÐSKA Í ÚTBÚGVING

4.1

Áðrenn 2030 skulu vit tryggja, at allar gentur og dreingir fullføra skúlagongdina. Skúlin skal hava eitt høgt støði, soleiðis at børnini fáa eina viðkomandi og effektiva læru. Atgongdin til hesar útbúgvingarnar skal vera ókeypis og líka fyri øll.

4.2

Í 2030 skulu allar gentur og dreingir hava atgongd til menning og umsorgan, og at fyrireika seg til skúla.

4.3

Allar kvinnur og menn skulu hava javnbjóðis møguleika til hægri útbúgving áðrenn 2030 til ein rímiligan prís. Tað kann vera eitt nú tøknilig, vinnulig, ella yrkisútbúgving, ella universitet.

4.4

Áðrenn 2030 skulu vit munandi hava økt um talið av ungum og vaksnum, sum hava viðkomandi førleikar á arbeiðsmarknaðinum, herímillum tey teknisku ella handaligu evnini, sum gera tað gjørligt at stovna sína egnu fyritøku og at skapa arbeiðspláss.

4.5

Í 2030 skal tað ikki vera ójavni ímillum útbúgvingini hjá kynunum. Vit skulu eisini tryggja javnbjóðis atgongd til øll stig av útbúgving og vinnuyrkisliga læru fyri útsettar bólkar, herímillum fólk ið bera brek, upprunafólk og børn í veikum ella útsettum støðum.

4.6

Áðrenn 2030 skulu vit tryggja, at øll ung og ein týðandi partur av vaksnum kvinnum og monnum duga at lesa, skriva og rokna.

4.7

Áðrenn 2030 skulu vit tryggja, at allir næmingar og lesandi fáa ta vitan og tey evni, tey hava tørv á, fyri at styðja upp undir burðardygga menning. Hetta fevnir eitt nú um útbúgving í burðardyggum livihátt, mannarættindi, javstøða millum kynini, virka fyri eina friðaliga mentan uttan harðskap, altjóða borgaraskap og virðismeta fjølbroytni í mentanum og mentanarligt íkast til burðardygga menning.

4.a

Vit skulu byggja og betra um útbúgvingarmøguleikar við serligum atliti til tørvin hjá gentum og dreingum, og hjá fólki ið bera brek. Øll skulu hava trygg, friðalig, og góð umhvørvi til læring.

4.b

Áðrenn 2020 skulu vit munandi hava økt um talið av stuðli til skúlagongd, sum eru til vega hjá menningarlondunum, serliga í teimum londum har minst menning hevur verið, smáum oyggjasamfeløgum og londum í Afrika. Stuðulin skal vera til atgongd til hægri lærustovnar, herímillum vinnuútbúgvingar og útbúgvingar innan vitanar- og samskiftisteknik, tøkni, verkfrøði og gransking. Stuðul skal verða veittur í menningarlondunum til lestur, bæði í øðrum menningarlondum og í teimum framkomnu londunum.

4.c

Áðrenn 2030 skulu vit økja munandi um talið av skikkaðum lærarum, ígjøgnum altjóða samstarv um læraraútbúgvingar í menningarlondum, serliga í teimum londum har minst menning hevur verið og smáum oyggjasamfeløgum í menning.