Heimsmál nummar 6: Reint vatn og reinføri

Málið fyri sætta heimsmálið er, at øll skulu hava atgongd til reint drekkivatn. Somuleiðis skulu øll hava atgongd til ávís heilsu- og reinførisviðurskifti, eitt nú ordilig kloakviðurskiftir og vesi.

Betri atgongd til reint vatn

Reint vatn er ein tann týdningarmesta fyritreytin fyri góðari heilsu. Á hesum økinum eru framstig gjørd. Meðan tað í ár 2000 bert vóru 82 prosent, eru tað nú 91 prosent av heimsins íbúgvum, sum hava atgongd til eina betri vatnkeldu.

At vatnkeldan er betri merkir, at fólkini ikki longur skulu ganga til størri vøtn og áir at heinta vatn. Vatnið í teimum størru vøtnunum og áunum er oftast skitið og kann elva til sjúkur. Tí eru tað góð tíðindi, at hesi fólk í staðin hava fingið atgongd til brunnar, vatnpumpur ella ein krana heima við hús.

Atgongd til vesi

Áleið 946 mió fólk hava ikki møguleika at fara á eitt vesi, og noyðast í staðin at fara út á eina mark, í skógin, viðsíðuna av tokbanum ella út á opna gøtu. Umframt at hetta ikki er serliga hugaligt, er hetta eisini við til at spjaða ymiskar sjúkur. Á hesum økinum hava tó eisini verið framstig. Í ár 2000 høvdu 59 prosent atgongd til vesi, men hetta talið er vaksið til 68 prosent.

Betri umsiting av vatninum

Hetta heimsmálið snýr seg eisini um at umsita tilfeingið av vatni á ein burðardyggan hátt um allan heimin. Vit skulu verða betri til at savna inn og nýta regnvatn, skilja salt frá sjógvi, viðgera og reinsa spillivatn, og verja og endurreisa náttúruøkir, har vatn stavar frá. Sambært FAO, sum er matvøru og landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða, veita skógir og vátlendi áleið 75 prosent av vatninum, ið vit nýta í býum, ídnaði og landbúnaði um allan heim.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
  

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 6: REINT VATN OG REINFØRI

6.1

Í 2030 skulu øll hava atgongd til reint drekkivatn til ein rímiligan prís.

6.2

Øll fólk skulu fáa atgongd til nóg góð heilsu- og reinførisviðurskifti áðrenn 2030, eitt nú atgongd til eitt ordiligt vesi. Vit skulu m.a. leggja dent á serliga tørvin hjá gentum og kvinnum, og fólkum í útsettum støðum.

6.3

Áðrenn 2030 skulu vit betra um góðskuna av vatninum við at minka um dálking, steðga dumping og avmarka útlátið av vandamiklum evnum. Parturin av óviðgjørdum spillivatni skal skerast í helvt, og vit skulu endurnýta munandi meir allastaðni.

6.4

Áðrenn 2030 skulu vit gerast betri til eina skynsama nýtslu av vatni á øllum økjum. Vit skulu tryggja atgongd til reint drekkivant á ein tryggan og burðardyggan hátt, fyri munandi at minka um talið av fólki, ið líða av vatntroti.

6.5

Áðrenn 2030 skulu vit samantvinna umsitingina av vatntilfeinginum. Hetta gera vit í samstarvi tvørturum landamørk.

6.6

Áðrenn 2020 skulu vit verja og fáa í rætt lag vistfrøðiskipanir, sum hava týdning fyri vatn, so sum økir í fjøllum, skógum, vátlendum, áum, vøtnum og keldum til grundvatn.

6.a

Áðrenn 2030 skulu vit økja um stuðulin og altjóða samstarvið við menningarlondini, soleiðis at tey gerast før fyri at gera skráir og hava skynsamt virksemi innan vatn og reinføri, eitt nú í at savna inn regnvatn, skilja salt úr sjógvi, effektiva stýring av vatni, viðgerð av spillivatn og tøkni til endurnýtslu.

6.b

Vit skulu stuðla teimum staðbundnu samfeløgunum í at luttaka í at betra um umsitingina av vatni og reinføri.