Føroysk loftferðsla og búskaparliga fótasporið

Sambandið loftvegis hevur avgerandi týdning fyri samfelagsmenningina í Føroyum, og samfelagsmenningin leggur hinvegin eisini grundina undir menningarmøguleikarnar hjá loftferðsluni. Tað snýr seg um at flyta fólk og farm og skapa møguleikar fyri okkum øll. Tí hevur hetta mál ein breiðan samfelagsligan týdning og krevur eina politiska støðutakan um hvørja leið, vit vilja halda í føroyskari loftferðslu og við føroyskum flogsambandi.

Ferðasambandið loftvegis kom í lag í sekstiárunum, og menningin av føroyskari loftferðslu tók dik á seg, tá vit stovnaðu okkara egna flogfelag. Sambært frágreiðingini, so er flogvinnan grundarlag undir umleið 465 fulltíðarstørvum í Føroyum í dag og er ein týðandi táttur í búskapinum. Frágreiðingin staðfestir, at tað er grundarlag fyri uppaftur størri vøkstri í føroyskari flogvinnu og menning av loftvegis ferðasambandinum og vísir á ótroyttar møguleikar fyri virksemi í flogvinnuni.

Í januar leggur danska stjórnin fram uppskot til heildarætlan fyri donsku loftferðsluna komandi árini. Heildarætlanin verður ramman um átøk í danskari loftferðslu og samstundis íkast til komandi loftferðslupolitikk í Evropa, sum Danmark fyri stóran part hevur latið upp í hendurnar á Brússel.

Hetta fær eisini týdning í Føroyum, tí lóggáva um loftferðslu er felagsmál og á donskum hondum. Tí er umráðandi, at vit eisini hugsa um, hvørja menning vit ynskja fyri føroyska loftferðslu og lata hoyra frá okkum.

Hóast loftferðslumyndugleikin er danskur, so hevur landið ræðið á flogfelagnum og flogvøllinum. Tað eru týðandi aktørar, sum viðhvørt draga í hvør sína ætt, men sum í einum skipaðum samstarvi við myndugleikarnar kunnu skapa enn størri virðir fyri land og fólk, sum vit hava sæð tað í øðrum londum.

Frágreiðingin er ætlað sum ein íblástur til kjak og grundarlag fyri at taka støðu til hvussu høgt flog vit ynskja føroyskari flogvinnu frameftir.

Stroyming av tiltakinum um føroyska loftferðslu: