Spennandi lestrarstarv hjá Tjóðveldi á fólkatingi

Ert tú lesandi við áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum og dámar tær at arbeiða við uppgávum, ið eru viðkomandi fyri Føroyar? So er tað møguliga tær vit leita eftir til spennandi lestrarstarvið hjá Magna Arge og Tjóðveldi á fólkatingi.

Tínar arbeiðsuppgávur koma m.a. at fevna um at arbeiða við greiningum, ið m.a. eru viðkomandi fyri føroyska samfelagsbúskapin, føroysk sambond við Danmark og útheimin, savna saman vitan um viðkomandi evni, málsfyrireikingar og at hjálpa til við fyrireikingum til ráðstevnur og onnur tiltøk. Talan er um eina lítla skrivstovu við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum – innan politikk, samskifti og fyrisiting – so væntast má, at aðrar uppgávur eisini vera.

Vit vænta, at tú ert áhugað/ur í politikki og samfelagsviðurskiftum, hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Týdningarmikið er, at tú dugir væl føroyskt, danskt og enskt mál bæði í skrift og talu og hevur á leið 2 ár eftir av tíni útbúgving, ið eisini er viðkomandi fyri starvið.


Neyðugt er at hava bústað í Danmark og starvsstaðið er á Christiansborg í Keypmannahavn. Starvið er á leið 15 tímar um vikuna.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um lestrarstarvið og um Tjóðveldi á fólkatingi við at venda sær til Maluna á Dunga, skrivstovuleiðara, á tel. +45 61 62 36 18.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og viðkomandi skjølum skal sendast til t-post bústaðin malan.dunga@ft.dk.

Seinasta freist at søkja er 1. mars 2017.