Magni á fundi við donsku stjórnina um flogferðslu

 

Á fundi í Ferðslumálaráðnum í gjár kunnaði Magni Arge, fólkatingslimur, um føroyska flogferðslu og ætlanunum í samgonguskjalinum um at yvirtaka loftrúmið.

Ferðslumálaráðharrin Hans Christian Schmidt segði seg vera sannførdan um, at loftferðsla er ein týðandi vinnugrein og samfelagstænasta og hevur tí sett fokus á flogvinnu í 2016. Hann væntar at leggja fram eina loftferðslupolitiska strategi í januar 2017.

Magni hevur drúgvar royndir innan flogvinnu og tí var nógv at røða um í hesum sambandi. Eitt eru átøkini, sum ES hevur sett í verk og ætlar at seta í verk. Annað er kappingarførið hjá danskari flogferðslu, men størsta týdningin hevði spurningurin um hvørjar umstøður føroysk flogferðsla fær í framtíðini.

Á fundinum varð eisini røtt um arbeiðið, Hans Christian Schmidt nú hevur sett í gongd, kunnað um føroyska flogferðslu og tað, sum stendur í samgonguskjalinum um yvirtøku av loftrúminum.

Magni Arge sigur, at flogferðsla er enn danskt málsøki, men danir hava latið tað mesta av umsitingar- og lóggávuvaldinum upp í hendurnar á Bruxelles, og tí minkar tann umsitingarligi serkunnleikin og politiski áhugin fyri hesum økinum á Christiansborg.