Hittu fremsta arktiska ráðgevan hjá John Kerry

10. apríl vóru fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Magni Arge á fundi í US State Department við Robert (Bob) Papp, sum er formaður í Arctic Council (Arktiska ráðnum). Hann ber eisini heitið U.S. Special representative for the Arctic og er serligur ráðgevi hjá John Kerry, uttanríkisráðharra, í arktiskum málum.

Tað var ein fínur fundur, har Robert Papp sýndi Føroyum stóran áhuga, og eisini segði seg verða áhugaðan at vitja í Føroyum.

Robert hevur aftanfyri seg eina langa søgu sum skipari og offiserur í US Coast Guard, sum byrjaði í 1975. Hann var tilnevndur flotaovasti (admiralur) fyri US Coast Guard í 2010. Tá hann fýra ár seinni í 2014 fór frá við eftirløn, bað John Kerry, uttanríkisráðharri, Bob um at taka eitt tørn afturat sum serligur ráðgevi í arktiskum málum og formaður í Arctic Council.