SKEYTIÐ TIL LANDIÐ SKAL LIGGJA Í FØROYUM

- segði Magni Arge leygardagin til politiskan fólkafund í SALT

Magni Arge: “Tey komandi fýra árini skulu vit brúka til at tryggja undirtøku fyri, at vit kunnu fara undir ta skipaðu loysingina 2,0. Alt fyrireikingararbeiðið varð gjørt í 2001. Tað skal dagførast, og nú skal tað gjøgnumførast. Vit eru komin so langt á sjálvbjargnis leið. Tað er ongin orsøk at bíða longur!”