Tey 17 heimsmálini

Í dag fyri tveimum árum síðani samtyktu tey 192 limalondini í Sameindu Tjóðum sáttmálan um at virka fyri at røkka17 burðardyggum heimsmálum innan 2030.

At fáa eina semju í lag millum so nógv lond var eitt bragd í sær sjálvum, men tað var sanniliga eisini eitt bragd at semjast so breitt um so nógv burðardygg heimsmál.

Tey burðardyggu heimsmálini snúgva seg millum annað um at basa fátækradømi og steðga hungri kring allan heim. Heimsmálini fevna eisini um heilsu og útbúgving, um javnstøðu, um reint vatn og sanitet. Um burðardygga orku, sømilig størv og búskaparvøkstur, um ídnað, innovasjón og undirstøðukervi. Um at minka um ójavna og burðardyggar býir. Tey snúgva seg eisini um at steðga veðurlagsbroytingum skaptum av mannaávum.

Eitt av teimum – tað nummar 14- snýr seg um havið og lívið í havinum. Tað er umráðandi at steðga dálkingini av havinum. Tað fossa fleiri milliónir tons av plastikki í havið hvønn einasta dag, og skjótt er plastikkmassin størri enn biomassin í havinum. Tað hóttir tilverugrundarlagið hjá londum, sum liva av tí, ið havið gevur. Tað snýr seg eisini um at umsita havsins tilfeingi við skili og leggja til rættis burðardygga fiskivinnu og veiðu av havsins súgdjórum.

Føroyar eru ikki limir í ST og hava sostatt ikki virka við í tilgongdini, tá sáttmálin varð gjørdur. Kanska er tað ein orsøk til, at hetta so stóra og týðandi tiltak ikki hevur fingið so nógva rúmd í Føroyum fyrstu tvey árini síðani sáttmálin varð skrivaður.

Men løgtingið tók málið upp í vár og samtykti einmælt, at heita á landsstýrið um at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini “2030 Agenda for Sustainable Development”, grundað á tey 17 burðardyggu menningarmálini (SDG), og leggja fram frágreiðing í hesum sambandi.”

Í heyst ætla vit at lýsa heimsmálini eitt fyri og annað eftir. Í dag snýr tað fyrsta heimsmálið um at basa ógvusligum fátækradømi, sum er á skránni.

 

Heimsmál nummar eitt: at basa ógvusligum fátækradømi

Hetta fyrsta heimsmálið snýr seg um at basa ógvusligum fátækradømi fyri ár 2030. Heimsbankin lýsir fólk við inntøku lægri enn 2 dollarar um dagin- umleið 13 danskar krónur – sum ógvusliga fátøk. Tað er ein stór avbjóðing at røkka málinum, men tað gongur rætta vegin.

Í 1990 vóru umleið 1.580 milliónir fólk ógvusliga fátøk, men í dag er talið fallið niður í eina helvt til 767 milliónir – samstundis sum heimsins íbúgvaratal er hækkað munandi. Hetta merkir, at parturin av teimum ógvusliga fátøku er fallið frá umleið 35 % til undir 11 %, sambært tølum hjá Heimsbankanum fyri 2013. Runt roknað var sostatt triði hvør ógvusliga fátækur í 1990, og talið er síðani fallið til tíggjunda hvønn íbúgva.

Men tað er ikki nóg mikið einans at basa tí ógvusliga fátækradøminum. Eitt tilverugrundarlag uppá 20 ella 30 krónur um dagin røkkur ikki til mat við góðum føðsluevnum, og til at tryggja børnunum grundleggjandi skúlagongd. Tí hava øll londini hvør í sær sett sær fyri at minka niður í helvt, tann partin av fólkinum í egnum landi, sum liva undir fátækramarkinum.

At minka um fátækradømi krevur bæði burðardyggan búskaparligan vøkstur og at fleiri fáa lut í ágóðunum frá vøkstrinum. Teimum fátækastu tørva ofta grundleggjandi rættindi og atgongd til útbúgving og tøkni, so tey kunnu leggja lunnir undir eitt virðiligt lív bæði fyri seg sjálvi og sínar eftirkomarar. Framburðurin má byggja á burðardyggan vøkstur, og burðardygga nýtslu av tilfeingið, so komandi ættarlið fáa somu fyritreytir at skipa seg í vælferðarsamfeløgum, sum vit hava havt.