Rættarskipan

Meiriluti fyri at yvirtaka rættarskipanina

Meiriluti fyri at yvirtaka rættarskipanina

Skal ein dómari vera fult førur fyri at taka eina rættvísa og fult upplýsta støðu í einum føroyskum rættarmáli, er neyðugt, at dómarin hevur stórt innlit í føroysk viðurskifti og í minsta lagi dugir málið. Tí setti Tjóðveldi á fólkatingi eisini spurningin í veljarakanningini, sum Gallup Føroyar gjørdi fyrra helming av mai mánaði, um tað er rætt at fara undir fyrireikingar at yvirtaka rættarskipanina. Niðurstøðan í veljarakanningini talar fyri seg.