Magni Arge varð borin í heim tann 15. desembur í 1959. Foreldrini eru Petra Arge (1922-) og Niels Juel Arge (1920-1995). Magni hevur eins og pápin havt stóran áhuga fyri frásøgu. Sum 16 ára gamal byrjaði hann sum útvarpsfrásøgumaður, har hann útvarpaði nógv ítróttarhendingar millum annað stóru føroysku fótbóltssensatiónina í Landskrona í 1990.

Á starvsleiðini hevur Magni eisini havt drúgvar royndir í leiðandi størvum av ymsum slagi. Hann var stjóri í T-Mac frá 1990 til 1993 og í 1995 bleiv hann stjóri í føroyska tjóðarflogfelagnum Atlantic Airways. Her starvaðist hann í 18 ár fram til 2013 og er hetta enn starvið, sum flest fólk seta hann í samband við.  

Umframt hetta hevur hann virkað sum formaður í Ferðaráðnum, formaður í Oljuvinnufelagnum og nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Drívmegin hevur altíð verið at vísa, at føroyingar hava dirvið og eginleikarnar at byggja eina sjálvstøðuga tjóð.

Hetta var samstundis orsøkin til, at Magni valdi at fara upp í politikk. Til fólkatingsvalið tann 18. juni í 2015 fekk hann 1.082 atkvøður, sum seinni gjørdu sítt til, at hann í dag er fólkatingslimur hjá Tjóðveldi.

Seinni sama ár stillaði Magni eisini upp til løgtingsvalið og bleiv beinleiðis valdur á ting. Hesin sessurin er fyribils latin víðari til varafólk, meðan Magni røkir fólkatingssessin.

Føroysk søga og íverksetan eru tvey av stóru áhugamálunum við síðuna av fólkatingsarbeiðinum. Honum dámar væl at nýta søguligar hendingar sum grundvøll í røðum, meiningum og arbeiði sum heild. Tað merkir tó ikki, at søguliga áskoðanin forðar ídna íverksetanarhuginum hjá Magna, tí hann røkir eisini nevndarsessir hjá fleiri nýskapandi fyritøkum.