Stuðul

Føroyingar í Danmark fáa ikki stuðul til føroyska teldutalu

Tað eru dømir um, at føroyingar, ið hava starvast og búð í Danmark í fleiri ár, hava fingið verri sjón í so stóran mun, at tey hava tørv á teldutalu sum hjálpitól. Hóast føroysk teldutala er tøk, hava føroyingar, búsitandi í Danmark, fingið noktandi svar á umsókn um stuðul til føroyska teldutalu. Tað verður frá kommununi ikki mett, at tørvurin er nóg stórur at veita stuðul til føroyska teldutalu, m.a. við tí grundgeving at tey longu hava danska (og enska) eins og onnur við hesum tarni í Danmark. 

Tá eg setti fyrispurning um hetta til socialministaran, Mai Mercado, var svarið, at føroyingar búsitandi í Danmark hava rætt til hjálp sambært Serviceloven – eins og aðrir persónar við lógligum uppihaldi í landinum – og at kommunan skal veita stuðul til føroysku útgávuna, um borgarin uppfyllir treytirnar. Treytirnar eru sostatt sambært teimum donsku myndugleikunum ikki uppfyltar við at vera føroyingar og hava føroyskt sum móðurmál. Spurningurin er, nær verður tørvurin so mettur at vera nóg høgur, tá ynski um at varðveita samband og skrivligt samskifti við famillju og vinir í Føroyum, og harafturat dagføra seg um, hvat gongur fyri seg í tí føroysa samfelagnum? Skulu føroyingar einans bólkast við persónar frá øllum øðrum londum uttanfyri ríkisfelagsskapin, hóast vit frá Fólkatinginum og samgonguni í Danmark javnan verða tryggjað um at allir partar í ríkisfelagsskapinum eru javnsettir? Hetta seinna er ikki galdandi, tá ið tað kemur til teldutalu. Her skal leggjast afturat, at støðan í løtuni er so, at Føroyingar í Danmark, ið hava tørv á teldutalu, fáa ikki stuðul til at samskifta á teirra móðurmáli, meðan danir í Føroyum uttan nakrar serstakar treytir veita stuðul til danska teldutalu um tørvur er á tí.

Les § 20 spurningin og svarið her: http://www.ft.dk/samling/20161/spoergsmaal/S1389/index.htm