Danmark fer ikki at virka fyri at broyta Helsingfors avtaluna

Danmark fer ikki at virka fyri at broyta Helsingfors avtaluna, so Føroyar kunnu taka lut á jøvnum føti við aðrar norðurlendskar tjóðir í samstarvinum. Tað sigur uttanríkisráðið í svari uppá fyrispurning, sum eg setti ráðharranum fyri norðurlandasamstarvi Karin Elleman í gjár : ”I lyset af de seneste drøftelser som reaktion på Færøernes ansøgning om selvstændigt medlemskab af Nordisk Råd og Nordisk Ministerråd er det ikke regeringens opfattelse, at det vil være muligt at opnå enighed med de andre lande om at ændre helsingforsaftalen.”

Hugsi tað elvdi til høvuðbrýggj og grundlógartekniskt skammlop hjá donsku stjórnini, tá tey vardu sína neiligu støðu til sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum við argumenintum um, at hesum loyvdi grundlógin ikki. Tí hvussu kundi so Anker Jørgensen bera hetta ynski fram vegna donsku stjórnina í 1980?

Karin Elleman, sum nú situr við norðurlandamálum, vardi seg á fundi í fólkatinginum í gjár við, at talan var ikki bara um grundlógina, men eisini, at grundvøllurin undir norðurlendska samstarvinum – sokallaði Helsingfors sáttmálin – er gjørdur millum sjálvstøðug lond, og tí kunnu Føroyar ikki koma uppí.

Karin Elleman segði á fundinum í gjár, at stjórnin leitar eftir einari loysn fyri føroyskari luttøku í norðurlandsamstarvinum, sum minnir um fullan limaskap, men kortini ikki er tað. Ráðharrin gav kortini ikki nakað boð uppá hvussu ein slík skipan fer at síggja út, men sambært henni, so er samband millum stjórnina og landsstýrið um spurningin.

Fundur verður aftur í Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi mánadagin og týsdagin í næstu viku.