Opið ”kríggj” millum Magna Arge og Jógvan Skorheim

Grein av Hergeir Staksberg (dimma.fo)

“Teir skjóta eftir hvørjum øðrum, men raka teir kanska seg sjálvar í fótin?

Onki er sum ein góð gomul western duel. Ein kovboy bjóðar av og ein annar tekur av avbjóðingini. Løtu seinni flúgva skotini í allar ættir. 

Nú hevur Magni Arge so bjóðað Jógvani Skorheim av til eina duel. Hóast tað er við orðum, og ikki við revolvarum, so eru teir ikki bangnir fyri at skjóta eftir hvørjum øðrum.

Felagsnevnarin hjá Magna Arge og Jógvani Skorheim er, at báðir eru harðliga í móti at brúka orðini "danskar skattakrónur" og "Føroyar" í sama setningi. Hóast hvørgin teirra tykist hava nakað í móti donskum skattakrónum, tá tað snýr seg um teirra egna politiska arbeiði.

Mótsigandi? Ja, tað heldur Magni Arge í øllum førum, tá hann skjýtur eftir Jógvani Skorheim.

- Nokk so spentur upp á Royal Run í Klaksvík um mánaðarskiftið. Og serliga spentur at vita, um beinini hjá borgarstjóranum í Klaksvík og formanninum í Sjalvstýri fara at renna lið um lið og somu leið, skrivar Magni Arge.

- Fyri stuttari tíð síðani jublaðu borgarstjórin Skorheim og samríkjamaðurin Skaale um, at teir høvdu fingið fingrarnar niður í danska statskassan og hálað fleiri milliónir heim til mentanarhús í Klaksvík - og soleiðis hækkað blokkstuðulin í 2019 við 1,5 prosenti.

Jógvan Skorheim mótsigur sær sjálvum
Hetta fær Magni ikki at passa við orðaskiftið í KVF, har Jógvan segði, at hann skoytti ikki um eina krónu úr danska statskassanum.

- Tá journalisturin – nokk so spakliga – spurdi um hetta við pengunum til mentanarhúsið, svaraði Skorheim í Sjavstýrisflokkinum, at hann kundi ikki standa til svars fyri, hvat Skorheim í Klaksvík gjørdi. Tað vóru tvey ymisk størv.

- Sum kortini eru blandað nú, fer borgarstjórin í Klaksvík at pynta seg við prinsavitjan til Royal Run og fjálga um kommunukassan við donskum avlátspengum - um somu tíð, sum formaðurin í Sjálvstýri agiterar harðliga ímóti hvørjari krónu frá Løkke, leggur Magni afturat.

Jógvan Skorheim løðir og skjýtur aftur
Hetta vil Jógvan Skorheim ikki hava sitandi á sær. Hann er við upp á eitt sindur av action, so hann herjar á og letur kúlurnar regna yvir Magna

- Fólkatingslimurin fyri Tjóðveldi, sum fær løn úr danska statskassanum, stuðul til Tjóðveldisflokkin og pening til spinndoktarar, umboðar ein flokk, sum roynir at siga fyri Føroya fólki, at vit sum tjóð kunnu standa á egnum beinum – uttan nakran stuðul úr Danmark.

- At vit, sum tjóð, klára okkum uttan ríkisstuðul, tað kunnu vit vera samdir um.

- Men tað røkist ikki fyri, at vit blíva samdir um, at flokkarnir í Føroyum skulu klára seg uttan danskar pengar. Eg haldi, at flokkarnir skulu klára seg sjálvar, men tað ger Tjóðveldi so ikki, svarar Jógvan

Jógvan er eisini garvaður vertur
Meðan Magni hevur verið vertur hjá kendum fólki sum Puigdemont, so er Jógvan ikki fyri nothing.

- Eg gleði meg til Royal Run, og eins og við allari aðrari vitjan, so vísa vit fegin føroyskt gestablídni fyri øllum, ið ynskja at koma til Føroya, sigur Jógvan Skorheim og heldur fram.

- Eg havi millum annað eisini verið vertur fyri íslendska forsetanum við frú. Hóast vit ótu saman, og brúktu eina løtu saman, so føli eg meg ikki sum íslending, og ei heldur havi eg nakað ynski um at trampa inn í Altingi at atkvøða.

- Krúnprinsinum havi eg eisini verið vertur fyri áður, og bjóði eg honum fegin aftur til ein betri bita, skuldi hann lagt leiðina framvið eina aðruferð.

- Eg hevði ynskt, at Tjóðveldi setti handling aftanfyri orð. Heldur Magni, at føroyingar skulu vera lóggevarar í danska fólkatinginum? Er Magni ikki samdur við mær í, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og í Danmark skulu danir ráða?, sigur Jógvan Skorheim at enda.”

Les greinina her: https://dimma.fo/opid-kriggj-millum-magna-arge-og-jogvan-skorheim