ANDERS SAMUELSEN VIL IKKI SVARA

Anders Samuelsen brúkar fólkatingsvalið sum skálkaskjól, tá hann ber seg undan at svara Magna Arge.

Fólkatingsmaðurin spurdi uttarníkisráðharran, um hann helt, at beinleiðis hjálp úr Føroyum til neyðstødd lond hóttir donsk áhugamál í Føroyum. Hetta gjørdi hann, tí danska uttanríkisráðið heldur, at føroyingar skulu spyrja og kunna donsku stjórnini, áðrenn nøkur hjálp úr Føroyum verður latin neyðstøddum í londum, har eitt nú vanlukkur hava rakt.

Málið kom upp, tá landsstýrið setti seg í samband við stovnar undir ST fyri at fáa í lag skipað samstarv um menning og neyðhjálp. Men tað fall ikki bara í góða jørð í Danmark.

Við svarinum hevur Anders Samuelsen ið hvussu er blokerað fyri, at støðan hjá dønum verður nærri lýst fyri fólkatingsvalið.

- Fær Tjóðveldi umboðan aftur á valinum 5. juni, so sleppur tann næsti ráðharrin í uttanríkismálum ikki undan at svara, sigur Magni Arge, fólkatingsmaður.

60352453_2267147773534737_3383726023500627968_n.jpg
60486612_2267147953534719_1460468298603823104_n (1).jpg