Til spurnartíman í dag royndi eg at greiða Lars Løkke Rasmussen frá, at politiski og samfelagsligi veruleikin støðugt broytist, hóast grundlógin er lítið broytt síðani hon var orðað í 1849. Tí nyttar onki at skipa uttanríkispolitisk viðurskifti millum Føroyar og Danmark í mun til 150 ára gamla vanahugsan.
Løkke var tíverri ikki so áhugaður at diskutera politikkin í tí, men neyðhelt sær í statiskum løgfrøðiligum tulkingum hjá danska løgmálaráðnum, sum kortini standa til at falla, tá ríkið er í vanda fyri at detta sundur.
Men tá Løkke ikki vildi taka mínar góðu grundgevingar til sín, so kundi eg ikki bara mær fyri at heita á hann um at tosa meiri við sína klóku vermóðir um hesi viðurskifti