Flogsambond lívsneyðug fyri útjaðarar

Air Greenland og Air Iceland eru flogfeløg, ið eins og Atlantic Airways røkja týðandi uppgávur í samfeløgum við lutfalsliga fáum fólkum og ofta óhøgligum atkomumøguleikum.

Uppgávan at reka flogvinnu í serliga Grønlandi er avbjóðandi, ikki minst orsakað av veðrinum og longu teinunum, men hon skal loysast, so fólk altíð kunnu sleppa aftur og fram.

Undir hoyringini á Christiansborg í gjár, sum Tjóðveldi skipaði fyri, segði Jakob Nitter Sørensen, flogovasti í Air Greenland, at ein tann týdningarmesta uppgávan hjá felagnum er at vera liðiligt, tí flúgvast má, tá flúgvandi er.

- Fólk skulu flytast runt í landinum, sama um kavin liggur tjúkkur, og 40 kuldastig eru úti. Okkara starvsfólk mugu vera sera fleksibul, og sáttmálarnir eru av tí sama lagaðir til serligu umstøðurnar, segði hann.

Air Greenland flytur árliga 400.000 fólk, umsetir fyri 1,3 mia. kr. og hevur 650 fólk í starvi.

Grønlendska landsstýrið, SAS og danski staturin eiga Air Greenland. Flotin er fjølbroyttur, tí felagið skal bæði flúgva millum Grønland og útheimin við stórum flogførum og røkka ytstu búplássum við smáum flogførum og tyrlum.

- Vit hava eina ta mest fløktu góðkenningina í Evropa, tí flotin er so fjølbroyttur, segði Jakob Nitter Sørensen og nevndi, at Air Greenland kundi flogið fleiri fólk til Grønlands, um fleiri hotellkømur vóru tøk í landinum.

VØKSTUR Í ÍSLANDI

Air Iceland er felag við fimm Bombardier-flogførum, ið flýgur innanlands í Íslandi og til Grønlands, Aberdeen í Skotlandi og Belfast í Norðurírlandi.

Tilsamans flytur Air Iceland 320.00 ferðafólk árliga og hevur 220 fólk í starvi. Bara á leiðini millum Keflavík og Akureyri flytur felagið 160.000 fólk. Ferðavinnan í Íslandi er í stórum vøkstri, og hetta merkir Air Iceland eisini.

- Fyri trimum árum síðan komu 800.000 ferðafólk til Íslands, í fjør var talið 1,6 millión, og væntandi verður tað 2,5 milliónir í ár. Okkara uppgáva er at flyta ein part av hesum fólkunum víðari í Íslandi og til grannalondini, segði Árni Gunnarsson, stjóri í Air Iceland.

Í Føroyum hevur flogsambandið eisini alstóran týdning. Atlantic Airways umsetir fyri góða hálva milliard árliga, hevur 180 fólk í starvi og flytur meginpartin av teimum 292.000 ferðafólkunum, sum fara um flogvøllin í Vágum um árið.

Undir hoyringini kom eisini fram, at Københavns Lufthavn er farin at leggja dent á at menna flogsambondini til útjaðaran í Danmark, m.a. til flogvøllirnar í Jútlandi og á Bornholm. Fleiri átøk eru sett í verk at gera tað lættari at ferðast innanlands.

- Vit lurta væl eftir øllum ynskjum úr øllum landinum, so vit allatíðina kunnu menna tænasturnar, segði Henrik Peter Jørgensen, samskiftisstjóri í Københavns Lufthavn.