Smáu flogfeløgini undir trýsti

Lágprísfeløg sum Ryanair og Norwegian hótta hópin av flogfeløgum, og skapa danskir politikarar ikki eina DIS-skipan fyri flogfeløg, fer donsk flogvinna bara at minka, segði Niels Sundberg, formaður í danska flogvinnufelagnum og eigari í Sun Air, á ráðstevnuni á Christiansborg í gjár.

Niels Sundberg er ein av royndastu monnunum í danskari flogvinnu yvirhøvur, og hann hevur úrslit at vísa á. Í 39 ár hevur Sun Air havt svørt tøl á botnlinjuni, ikki bara orsakað av flúgving, men eisini tí felagið keypir og selur flogfør og veitir tøkniligar tænastur.

Flogvinnan í dag er ikki at kenna aftur samanborið við flogvinnuna fyri 30-40 árum síðan, nevndi hann. Tá vóru tjóðarflogfeløgini tey stóru og sterku feløgini, men á tí liberaliseraða marknaðinum hava lágprísfeløgini av álvara fingið fótin fyri seg.

- Lønarlagið í donski flogvinnuni er ov høgt, og um politikararnir onki gera, verður vinnan bara minni og minni, og feløg sum Ryanair og Norwegian yvirtaka flutningin. Vit áttu at havt eina DIS-skipan í flogvinnuni akkurát sum í skipavinnuni, segði Niels Sundberg.

Við eini tílíkari skipan hevði flogvinnan sloppið lættari í skatti og avgjøldum, og tað hevði lætt um raksturin.

 - Heldur verandi gongd fram, hvørva arbeiðspláss, og vinnufyritøkur, sum liva av góðum flogsambondum, fáa ikki somu góðu tænastu, sum tær fáa í dag, segði Niels Sundberg.

Ryanair er í dag størsta flogfelagið í Evropa við einum virði á 130 mia. kr. Næststørsta felagið er British Airways við einum virði á 102 mia. kr.

Orðaskiftið um at varðveita arbeiðspláss og væl útbúna arbeiðsmegi í flogvinnunier eisini viðkomandi í Føroyum, ikki minst nú kapping hevur tikið seg upp um flúgvingina.

Kanningin, sum Tjóðveldi á fólkatingi læt gera um týdningin av føroysku flogvinnuni, vísti, at vinnan beinleiðis ella óbeinleiðis skapar 465 størv í samfelagnum og eitt virði á knappa hálva milliard, sum svarar til 2,6 prosent av BTÚ.

Flogsambandið út í heim hevur eisini alstóran týdning fyri føroyskt vinnulív, heilsuverkið og almenningin sum heild.