Føroyar við í arktiskum granskingarsamstarvi

Nú ber eisini til hjá føroyingum at søkja um stuðul til altjóða samstarv um granskingarverkætlanir, ið snúgva seg um Arktis. Sum liður í “Strategi for forskning og uddannelse vedrørende Arktis”, sum kom út í november 2016, er nú eisini latið upp fyri umsóknum, sum serliga snúgva seg um arktiska gransking.

Talan er um eitt útkall frá Internationalt Netværks Program (IPN), sum miðar eftir at veita stuðul til granskarar á donskum stovnum (bæði almennum og privatum), sum ynskja at knýta sambond við samstarvspartnarar úr USA, Suðurkorea, Japan, Brasilia, Ísrael, Kina, India, Suðurafrika ella Turkalandi.

Men sum liður í nýggju strategiini hjá Uddannelses- og Forskningsministeriet fyri gransking og útbúgving í Arktis, er samstarvsringurin nú víðkaður til eisini at fevna um Kanada, Rusland, Finland, Ísland, Noreg, Svøríki, Grønland og Føroyar.

Umsóknarfreistin er mikudagin 17. maj kl. 12.00.

Meira fæst at vita um útkallið her.