Veita stuðul til gransking og útbúgving í Arktis

Føroyskir limir í UArctic kunnu nú eisini søkja fígging til verkætlanir í 2017. Tað er Styrelsen for Forskning og Uddannelse, sum umsitur fíggingina, og hevur sent út áheitanina um at søkja stuðul til undirvísingar- og granskingarverkætlanir í arktis. Opið er at søkja fram til kl. 12.00 tann 28. apríl 2017, og kunnu bæði føroyskir, grønlendskir og danskir limir í UArctic søkja.

University of Arctic (UArctic) er eitt altjóða samstarv millum fróðskaparsetur og aðrar útbúgvingar- og granskingarstovnar, fyrst og fremst úr arktiska økinum. Í Ríkisfelagsskapinum eru í alt 12 limir, og hesir kunnu nú søkja fígging til útbúgvingar- og granskingarátøk.

Í útkallinum stendur skrivað, at serligur áhugi verður vístur verktælanum við luttakarum úr tveimum londum í danska kongsríkinum, tó tað er ikki eitt krav.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. apríl 2017 kl. 12.00

Meira fæst at vita um áheitanini her.