Føroya flagg sum donsk propaganda

Danska forsætismálaráðið hevur gjørt av at flagga við Merkinum ólavsøkudag 29. juli og grønlendska flagginum á grønlendska tjóðardegnum 21. juni. Ætlanin er heilt eyðsýnt at royna at tekkjast føroyingum og grønlendingum í eini roynd at skapa eina mynd av fólskligari virðing fyri Føroyum og Grønlandi.

Tíverri sæst tann hugburðurin ikki aftur, tá tað snýr seg um a...t nýskipa viðurskiftini í tí sokallaða ríkisfelagsskapinum, so hann veruliga umboðar javnsettar partar.

Stjórnin heldur fast um trongu uttanríkispolitisku lógina, hevur longu saboterað grundlógina eina ferð og avdúkaði í makrelstríðnum, at Danmark tekur ES fram um Føroyar, tá á stendur. Men tað hevur týdning fyri Danmark at varðveita valdið yvir Føroyum og Grønlandi, tí júst tann støðan gevur Danmark uttanríkispolitiska tyngd í Arktis.

Vit hava ongantíð fyrr havt ein forsætismálaráðharra, sum hevur verið so tætt knýttur at Føroyum sum Lars Løkke. Tí ivist eg ikki í, at hann fegin vil byggja brýr millum Danmark og Føroyar. Men tað gerst ikki við einum átaki um at flagga føroyskt ein dag á árinum á donskum flaggstongum.

MASTERPLANURIN HJÁ ARUP
Veit ikki, hvussu væl tey kenna søguna, og hvussu langt tey minnast í forsætismálaráðnum, men onkur segði herfyri, at tey minnast ógvuliga langt. Tí áttu tey eisini at vitað, at vit hava ikki gloymt masterplanin hjá danska embætismanninum, Niels Arup, frá 1947, sum gav donsku stjórnini ráð um, hvussu danskir myndugleikar skuldu føra propaganda í Føroyum til frama fyri egin áhugamál.

Jákup Thorsteinsson, sáli, lýsir í bókini ”Loysingarpolitikkur í 1940-árunum”, hvussu Niels Arup eftir fólkaatkvøðuna í 1946 ferðaðist kring landið og gjørdi sær tankar um, hvussu Danmarkar valdsstøða í Føroyum skuldi tryggjast. M.a. skuldu riddarakrossar festast á bringuna á føroyingum fyri at fáa teir at kenna seg trúgvar mótvegis Danmark, segði hann.

Eisini nevndi hann, at ein útvarpsstøð skuldi stovnast at styrkja donsku ávirkanina í Føroyum, og at flogsamband skuldi fáast í lag millum londini, sum danskarar skuldu standa fyri. Haraftrat helt hann tað vera bestu propagandu fyri Danmark, ið hugsast kundi, um donsku kongshjúnini vórðu send til Føroya á vitjan av og á.

Lakoniskt staðfestir Jákup í bókini, at danska propagandan riggaði, tí fyrstu ferð kongshjúnuni komu til Føroya, var molin loðin av fólki.

MERKIÐ UMBOÐAR FØROYAR
Føroyski starvsfelagi mín á Christiansborg nevndi í útvarpinum nú ein dagin, at sporini frá nítiárunum og makrelstríðnum eru týðilig, og tí hava danskar stjórnir sett í verk ymisk tiltøk fyri at bøta um fatanina av ríkisfelagsskapinum.

Freistandi er at hugsa, at masterplanurin hjá Arup aftur hevur verið frammi, tí nú skulu ikki bara danskir riddarakrossar hongjast upp á bringuna á føroyingum fyri at fáa teir at kenna trúskap mótvegis Danmark. Nú verða føroyska og grønlendska flaggið hongd upp í danskar flaggstengur fyri at fáa føroyingar og grønlendingar at svørja trúskap ímóti danska eindarstatinum, sum jú er ein hvørvisjón.

Sum føroyskur fólkatingsmaður taki eg ikki á nakran hátt lut í hesum propagangamaskinarínum, tí mín uppgáva er at virka fyri, at Føroyar vinna sær sjálvstøðugt vald í heiminum. Vit skulu hava føroyska grundlóg. Vit skulu staðfesta okkara egna sjálvsavgerðarrætt. Og vit skulu hava sjálvstøðugar uttanríkispolitiskar heimildir.

Nú Lars Løkke eisini fer so lagt sum at bera upp bønarorð mótvegis Føroya fólki í Sosialinum um flaggingina við Merkinum, vil eg bara minna á, at tjóðarmerki okkara umboðar bara Føroyar og ikki Danmark.