LØKKE PASSAR SÆR LØGIR

Lars Løkke Rasmussen ásannaði, at tað kann hava við sær stórar broytingar fyri føroysk og donsk áhugamál viðvíkjandi fiskivinnun, tá bretar fara úr ES - ella um skotar velja at fara úr Stóra Bretlandi. Og tað kann eisini blíva ein avbjóðing millum partarnar í "ríkinum" ásannaði hann, men annars bar hann seg undan at greina støðuna nærri um Brexit og skotska loysing.

Tá eg í dag spurdi hann, hvørja støðu og hvørjar ætlanir Danmark hevur í mun til BREXIT og nýkomnu støðuna við Skotlandi, sum vil loysa frá London og binda í aftur Brússel, og hvussu hetta møguliga kann skapa rivalisering millum føroysk og donsk áhugamál, passaði hann sær løgir og vildi á ongan hátt avdúka, hvørjar hugsanir danska stjórnin hevur um støðuna.