Framløgur frá ráðstevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt

12. oktobur 2018 skipaði Tjóðveldi fyri altjóða ráðstevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í 21. øld í Norðurlandahúsinum.  

Á ráðstevnuni varð skift orð um støðuna í ymsu londunum. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, byrjaði við at umrøða stigini Føroyar eiga at taka, nú 70 ár eru liðin, síðan heimastýrislógin varð sett í gildi. Úr Skotlandi hoyrdu vit Kenneth Gibson, lim í skotska parlamentinum siga frá støðuni í Skotlandi, og úr Ný Kaledonia greiddi leiðarin fyri tjóskaparrørsluna, Daniel Goa, um fólkaatkvøðuni 4. novembur og hvønn leiklut Frakland og ST hava í tilgonguni.

Fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, lýsti politisku støðuna í Katalonia í dag, og hvønn týdning hon hevur fyri fólkaræðið í Evropa.

Tiltakið endaði við pallborð við teimum 4 umboðunum.

Magni Arge, fókatingsmaður hjá Tjóðveldi, var orðstýrari.

  

Til ber at hoyra framløgurnar her:

Magni Arge

Høgni Hoydal

Kenneth Gibson

Daniel Goa

Carles Puigdemont