Myndarøð: Puigdemont fekk hjartaliga móttøku

”Hetta er ein ein heilt serstøk uppliving fyri meg,” segði Carles Puigdemont, tá hann tók orðið  aftaná kórið Tarira hevði sungið tveir katalanskar sangir á framúr føroysk-katalanska mentanartiltakinum í Finsen, sum Unga Tjóðveldi skipaði fyri. ”Eg sleppi ikki heim at lurta eftir katalanskum kórsangi og uppliva mentanartiltøk í heimbýnum. Men her í Føroyum – her eg kenni meg frían -  sleppi eg eisini at lurta eftir vøkrum katalanskum sangi. Eg havi ikki orð fyri mínum kenslum hesa løtuna.”

 

Dagin fyri - fríggjadagin 12. oktober - skipaði Tjóðveldi fyri ráðstevnu um sjálvsavgerðarrætt í Norðurlandahúsinum, har umboð úr Ný Kaledonia, Skotlandi, Katalonia og Føroyar vóru við.

Høvuðsrøðari var Carles Puigdemont, sum spanskir myndugleikar í 2017 settu frá sum forseta í Katalonia.
Ráðstevnan varð hildin, meðan níggju katalanskir politikarar sita fongsaðir uttan rættarsókn, og sjey aðrir liva í útlegd í Evropa.

Carles Puigdemont segði, at grundleggjandi mannarættindi verða stigin undir fót í Spania, og at rætturin hjá katalanum at nýta sín sjálvsavgerðarrætt verður brotin.
Á ráðstevnuni kom fram, at verandi statir í Evropa tykjast ikki longur at virða tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrættin hjá tjóðum, eins og teir gjørdu eftir fyrra heimsbardaga, seinna heimsbardaga og í sambandi við, at Sovjetsamveldið datt sundur.

Tí skal áhaldandi stríðast fyri hesum rætti á øllum mótum. Og tað ger Tjóðveldi.


Áhugin í Føroyum fyri spurninginum er stórur. Tað vísti uppmøtingin í Skálanum í Norðurlandahúsinum, sum var meira enn fullsettur.

Í sambandi við ráðstevnuna vitjaðu útlendsku gestirnir fleiri staðni í Føroyum. Móttøkan var hjartalig allastaðni, og gestirnir takkaðu inniliga fyri stóra gestablídnið.

Takksamir vóru gestirnir fyri móttøkuna í løgtinginum, á ráðhúsinum í Havn, í Tinganesi,  í Kirkjubø, í Áarstovu, hjá FSF til landsdyst á Tórsvølli og hugnaligu løturnar í Gøtu, har hópur av fólki var komin saman til marknaðartiltak á Fiskvirkinum. Páll Gregersen nýtti høvi at siga frá um saltfiskin, sum katalanum dáma so væl, Árant vísti fram fornminnir og segði søguna um Trónd, meðan borgarstjórin beyð til miðmála og Osbjørn greiddi frá nýggju ráðhúsinum.

Sunnumorgunin vóru gestirnir í Gásadali, í Bø og vitjaðu hjá Hiddenfjord.

Fjølmiðlarnir gjørdu nógv burtur úr vitjanini, og í allar mátar vórðu útlendsku gestirnir viðfarnir við virðing. Hugvekjandi var m.a. drúgva samrøðan við Puigdemont í Sosialinum.

Treyðugt so onkur hevur ilskast, men fyri tað mesta eru tær viðmerkingarnar runnar úr donskum blekki. Men tað er sovorðið, sum henda kann.

 

Magni Arge, fólkatingsmaður hjá Tjóðveldi

 

Her ein myndarøð frá døgunum, meðan ráðstevnan var: