Brot úr røðum á tingi í heyst

Í tríggjar mánaðir tók eg í heyst sæti á løgtingi, har fleiri týðandi og spennandi mál vóru til viðgerðar. Her eru brot úr nøkrum av røðunum. Tey snúgva seg um public service-sáttmálan millum Mentamálaráðið og Kringvarpið, fiskivinnunýskipanina og sjóvinnulógina.
---

UM SJÓMANNALÓGINA OG SHIPPING VINNU
Hóast vit í Føroyum hava útbúgvið og klakt nógvar kandidatar millum ár og dag í meiri enn 100 ár til handilsskipaflotar í øðrum londum, hava vit ongantíð sett út í kortið ein politikk at menna hesa vinnugrein í Føroyum, sum vit kunnu rópa shipping ella sjóvinna, men eg skilji, at eitt tílíkt uppskot er á veg í næstum.

Ongin ivi er um, at vit hava góðar fortreytir at menna hesa vinnu uppaftur meira í Føroyum og skapa fleiri arbeiðspláss á landi, sum eisini rinda beinleiðis skatt í landskassan. Eitt er góða umdømið, sum føroysk sjófólk hava, annað er ein dyggur sjóvinnuskúli, og eitt triðja er FAS-skipanin, um hon virkar nóg væl. Har er samsvar millum føroyska og altjóða lóg ein fyritreyt.

Men skulu vit nøra meiri um inntøkur og virksemi av hesum slag, eiga vit eisini at vaksa um aðrar strategiskar førleikar, sum brúk er fyri í sjóvinnuni. Við øllum teimum royndum og førleikum, sum føroyingar við høgari sjómansútbúgving hava nomið sær, kunnu vit skjótt leggja fleiri strategiskar førleikar aftrat og skapa eitt attraktivt umhvørvi fyi reiðarí, sum vilja staðseta seg við skrivstovum í Føroyum.

Millum hesi er satsing uppá at útbúgva fólk í logistikki, speditión og maritimari lóg, og onki er meira upplagt enn at menna gransking á tí tekniska økinum, har vit kunnu menna nýggjar loysnir og mannagongdir, sum kunnu skapa nýggjar hjávinnur.

Og so eiga vit sjálvsagt at menna okkara førleikar at veita endurútbúgvingar og regluligu skeiðini, sum sjófólk skulu taka kortini. Hetta liggur beint til høgra beinið, tí vit hava allar førleikarnar og vitanina og eiga tí at satsa uppá at hava ein maritimtan miðdepil í heimsklassa.

Hetta eru alt góðar grundir til at taka væl ímóti uppskotinum um sjómannalóg, so vit tryggja skipum undir føroyskum flaggi eitt kappingarført regluverk.

Sjálvt innihaldið er til gagns fyri sjófólkið, tí tað hevur við sær nøkur herd krøv til reiðarí um, hvussu tey skulu fara um sjófólk, sum av einhvørjari orsøk eru eftir í einari havn onkrastaðni á knøttinum. M.a. skulu reiðaríini veita fíggjarliga trygd fyri útreiðslum til heimferð, uppihald og annan grundleggjandi tørv hjá sjófólki, til sjófólkið er komið heim.

---


UM NÝSKIPAN AV FISKIVINNU
Ein nýskipan skal samtykkjast, sum fær gildi frá 2018, og tað tænir øllum best, um hon verður ein varandi karmur rundan um eina lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga fiskiveiði, sum stórur partur av okkara búskapi byggir á, og at hon hevur við sær mest møguliga virðisøking fyri alt samfelagið.

Tað snýr seg um at tryggja Føroyum atgongd til tilfeingi, at fiska effektivt og burðardygt og at virka fiskin, so viðirsøkingin verður sum mest. Tað snýr seg eisini um at fáa rúmliga atgongd til marknaðir, so vit fáa best møguligan prís fyri okkara fiskavørur.

Og sjálvsagt mugu nakrar avbjóðingar raðfestast fram um aðrar, og har er ein hin mest týðandi uppgávan at fáa javnvág aftur í botnfiskiskapin, so hann aftur gerst burðardyggur og kastar av sær.

Hinvegin gongur sum eftir ánni í pelagisku vinnuni. Mær tykir, at vinnuligu aktørarnir hava havt eina hepna hond og dugað væl at rikið sítt virksemi, og vit kunnu bara gleðast um, at sterkar fyritøkur mennast í Føroyum. Og sjálvandi vilja vit síggja eina framhaldandi menning í vinnuni, sum er bæði langsiktað og framfýsin.

Fyrr virkaðu nógv fleiri fólk í fiskivinnuni á sjógvi ella landi. Í dag er alt munandi effektivari, og talið á fólki í vinnuni er nógv minkað. Nógv færri fáa tí beinleiðis úrtøku úr fiskivinnuni enn fyrr.

Tí liggur ein stór uppgáva á politisku skipanini bæði at tryggja vinnuni støðugar karmar til at skapa og reka eina effektiva fiskivinnu, sum kastar væl av sær, og at skipa soleiðis fyri, at samfelagið sum heild fær lut í tí virðisskapan, sum kemur burtur úr tilfeinginum.

Stríð verður altíð um fordeilingina, og hvør skal sleppa fram at hvørjum, men tað er ikki ov nógv sagt, at vit í Føroyum í dag hava eitt marglætisproblem, tí mongdirnar av pelagiskum fiski, sum fella okkum í lut, eru øgiliga stórar, bæði tí stovnarnir eru væl fyri, og tí undanfarna og núverandi landsstýri hava vunnið okkum stór rættindi.

Persónliga øvundi eg ikki nøkrum, sum dugir at fáa væl burtur úr sínum virkssemi, og sjálvandi  skulu vit eggja til eina menning av fiskivinnuni, sum er merkt av langtíðarhugsan og virðisskapan fyri allar Føroyar.

Men tað skerst heldur ikki burtur, at tað er eitt privilegium hjá teimum fáu at sleppa fram at tilfeinginum í eitt nú uppsjóvarvinnuni, og tí má ein rímiligur partur av virðisøkingini latast felagskassanum. Tað kunnu vit so brúka til góðar skúlar, sjúkrahús, eldrarøkt og annað, sum vit øll fáa ágóðan av.

Eg vóni, tað ber á mál at fáa breiða undirtøku fyri fiskivinnunýskipanini, tí tað skylda vit Føroya fólki. Bæði politiska skipanin og vinnan hava brúk einari semju, sum heldur yvir eitt langt áramál, so tað ber til at gera íløgur og halda fram at menna fiskivinnuna og endurreisa tað, sum liggur niðri.

Eg teljist ikki millum teirra, sum halda, at uppboðssøla er einasta svarið upp á eina fiskivinnunýskipan, tí als ongin ivi er um, at langtíðarloyvir skulu til fyri at tryggja langtíðarhugsan, og heldur ongin ivi er um, at væl mentar føroyskar fyritøkur framhaldandi skulu hava høvi at menna sítt virksemi.

Men eg haldi ikki, tað eigur at vera nøkur forðing fyri at brúka framboð sum eitt instrument, har tað hóskar. Og har tað hóskar best, er kanska júst, tá talan er um nýtt tilfeingi.

---

UM PUBLIC SERVICE-SÁTTMÁLAN
Í public-sáttmálanum verður nevnt nakað um førleikamenning, dygd og trúvirði og so eisini nakað um týdningin fyri fólkaræðið, tá miðilin varpar ljós á viðkomandi samfelagsviðurskifti.

Sum eg síggi tað, er tað blivið so, at nærum hvør maður er sín egni tíðindamiðil og spindoktari, men tey eru nógv færri, sum sortera og viðgera dagsins mál úr einum balanseraðum journalistiskum sjónarhorni.

Tí eigur KvF í nógv størri mun at viðgera miðlar, keldukritikk og gera faktatjekk, sum ikki bara hava til endamáls at seta føroyskar politkarar og leiðarar í gapistokkin, men eisini at vaksa um førleikan hjá fólki sjálvum at sortera í allari upplýsingini, vit fáa bæði uttaneftir og innanífrá - eisini tað, sum verður borið fram og viðgjørt í KvF.

Og tað gjørdi onki, um vit hvørja viku hoyrdu eina sending, sum snúði seg um faktatjekk, tí í hesum postfaktuellu tíðum floymir yvir við øllum møguligum útsagnum, sum ongin eftirkannar - ikki minst av tingsins røðarapalli.

Mær dámar eisini væl hugmyndina um, at KvF í nógv størri mun keypir inn tilfar ella samstarvar við onnur um at framleiða sendingar. Tað tænir endamálinum um at fjøltátta innihaldið, men gevur eisini fleiri fólkum høvi at skapa sær grundarlag fyri eini tilveru við at framleiða fjølmiðlatilfar, tað veri seg um aktuell mál, søguligt tilfar ella t.d. føroyskan film, sum hevur so trong kor í dag.

Mær tykir eisini, at sáttmálin ella ein handlingsætlan skal raðfestast, sum snýr seg um málsligu handfaringina í KvF. Hvør er linjan, og hvørji eru krøvini til redaktionellu starvsfólkini? Og kunnu vit ikki seta eina kvotu á, hvussu nógv skal vera á donskum í GMF?

Sum framhald av tí málsliga eiga vit eisini at raðfesta nógv fremri, hetta at seta føroyskar røddir á barnasendingar, og gera hetta atkomiligt á fleiri pallum. Eftirhondini er tað so, at enskt otar seg longri og longri inn á børnini frá heilt ungum árum. Hetta kann vera hent, men bert, um vit samstundis menna evnini at orða okkum á móðurmálinum.

Skal tað so vera Kringvarp Føroya ella sjónvarpið og útvarpið? Eg var hart ímóti samanleggingini, men kanska skulu vit góðtaka, at støðan er ein onnur í dag. Tó er tað ein betri hugmynd at hava tvær ymiskar framleiðslueindir bæði til tíðindi og annað tilfar. 

Eg vóni, at hetta orðaskiftið í tinginum kann inspirera landsstyriskvinnuna til eina greiðari raðfesting næstu trý árini, og at vit fáa eitt opnari og kompetentari kjak um, hvussu vit hækka støðið á kjakinum um eitt nú samfelagsviðurskifti, og at KVF eisini letur upp fyri sjálvkritikki.

Men so skal eg leggja afturat, at tann dagin øll hálova øllum tí journalistiska innihaldinim í KVF, er stund at rópa varskó, tí KvF má sjálvandi eisini bjóða av - ikki minst okkum, sum sita her.