Tók eitt korter at frysta blokkin

Tað er eftir øllum at døma ikki nakar trupulleiki hjá dønum at frysta blokkin og játta møguleikanum at minka um hann. Tað var sjónligt í orðaskiftinum í fólkatinginum í dag, har røðurnar vóru millum 15 sekund og ein minutt - og allar vóru positivar um avgerðina at frysta blokkin. Ein av røðarunum, ið hevur verið nógv frammi sum røðuskrivari í seinastuni, hevði enntá mist røðuna burtur í printaranum. So hon bleiv eisini stutt. 

Sjálvur bar eg fram, at eitt og hvørt land skal stremba eftir at sleppa av við pengahjálp úr útlondum og skapa ein sjálvberandi búskap. Tí tók eg sjálvandi undir við uppskotinum. Men tað eru onnur øki, har danir ikki skunda sær at taka undir við føroyska viljanum um størri sjálvstøðugt rásarúm. 

Eitt dømi er á uttanríkispolitiska økinum, har tað so seint sum í morgun bleiv viðgjørt at lata kanadiarum betri treytir fyri fiskaútflutningi til Danmarkar og ES enn Føroyar hava. Høvdu vit sjálvi havt ræði á handilspolitiska økinum er eingin ivi um, at støðan hevði verið betri enn nú, tí gjøgnum sokallaða ríkisfelagsskapin er lítil glotti at hóma. Trúskapurin liggur enn sum áður hjá ES (og ikki Føroyum), sum makrelstríðið í 2013 er eitt av bestu dømunum um.