DANSKIR RÁÐHARRAR ONGAN RÆTT TIL EINVÍSAR TULKINGAR

Nær er eitt mál nóg stórt at leggja fyri eina §6 nevnd? Og hvussu máta vit støddina á einum máli? Tað eru tveir spurningar, sum stinga seg upp í kjalarvørrinum á samrøðuni milum KVF og Poul Michelsen fríggjakvøldið, tá hann metti, at málið um donsku kolldømingina av samstarvsavtaluni við Ísland og Grønland var ov lítið til at taka tílíkt stig.

Sum eg skilji tað, so halda samstarvslondini, at innihaldið í avtaluni ber brá av einari yvirlýsing, og at har er lítið av ítøkiligum substansi í, so tann vegin ber til at siga, at málið er lítið.

Men tað vakti miklan ans bæði í útnorðri, í Danmark og ivaleyst eisini í diplomatiska umhvørvinum, tá uttanríkismálaráðið í Føroyum boykottaði eina arktisku ráðstevnu, sum ráðið sjálvt var við til at skipa fyri, orsakað av hesum máli. Í so máta bleiv tað ein rættiliga stór sak.

Málið stingur eisini djúpt, tá vit síggja, hvat Anders Samuelsen hevur gjørt, og hvønn rætt hann byggir sínar gerðir á.

Hann hevur fyri tað fyrsta skrivað beinleiðis til íslendsku stjórnina og sagt henni, at grønlendingar og føroyingar hava ongar heimildir at skriva undir nakra avtalu, hóast hann visti, at føroyingar og grønlendingar vóru ósamdir.

Síðan hevur hann í svari upp á fyrispurning greitt fólkatinginum frá, at hann metir danskar myndugleikar vera ovasta lógliga tulkingarmyndugleika, tá ivi verður sáddur um, hvørt heimildirnar eru innan fyri ella uttan fyri uttanríkispolitisku lógina.

Við øðrum orðum talar hann fyri, at sitandi stjórn og aðalráð til eina og hvørja tíð kunnu ákalla sær myndugleikan at tulka, hvørji rættindi fylgja við heimastýrislógini, uttanríkispolitisku lógini og yvirtókulógini, hóast føroyingar - og grønlendingar - eru ósamdir.

Men hetta er ikki rætt, tí í heimastýrislógini stendur greitt í §6, at tá ósemja valdar, kunnu partarnir leggja tað fyri eina kompetensunevnd, sum tekur avgerð í málinum. Hon skal mannast við tveimum umboðum fyri donsku stjórnina og tveimum fyri landsstýrið umframt trimum hægstarættardómarum. Málið er loyst, um semja fæst millum politisku umboðini fyri Danmark og Føroyar. Fæst ikki semja, skulu hægstarættardómarnir meta um málið og skera ígjøgnum.

Danska stjórnin hevur sjálvsagt lítlan áhuga í at leggja mál fyri tílíka nevnd. Hon stendur nógv sterkari sum er, tí stjórnin og ráðini føra sakirnar, har ósemja er, og hava tí tamarhald á støðuni.

Hinvegin er vandi fyri, at stjórnin missir tamarhaldið, um mál verða løgd fyri § 6 nevnd, og ongin politisk semja fæst. Tá endar málið í hondunum á trimum hægstarættardómarum, sum vit mugu vænta hava fakligan integritet og tí ikki renna politisk ørindir fyri stjórnina.

Hví vit ongantíð hava roynt hendan leikin, veit eg ikki, men eg haldi, stundin er komin at royna hann. Hetta málið egnar seg til tað. Tí bara tað, at málið verður lagt fyri eina §6 nevnd, er ein staðfesting av, at danska uttanríkismálaráðið er ikki oman fyri føroyskar myndugleikar, tá ósemja valdar um tulking av uttanríkispolitisku lógini.

Tað er í sær sjálvum ein stór og prinsipiel staðfesting, sum styrkir okkara støðu í uttanríkispolitiskum málum, sama um vit fáa viðhald í tí einstøku sakini um samstarvsavtaluna við Grønland og Ísland.

Annað stórt virði í hesum er, at bara hóttanin um, at eitt mál endar í eini § 6 nevnd, kann vaksa um viljan til at taka føroysk ynskir um broytingar í størri álvara, tí tá málið verður latið upp í hendurnar á dómarunum, hevur stjórnin onga ávirkan á, hvat úrslit spyrst burturúr.

Eg haldi ikki, tað er nøkur orsøk til at bíða eftir einum størri máli til at royna hesa paragraffina, sum hevur verið til í 70 ár. Tað styrkir bara okkara samráðingarstøðu, at vit vísa vilja og dirvi til at royna hetta stigið.

Og vit hava brúk fyri at víðka um okkara uttanríkispolitiska rásarum, tí vælferðin hjá okkum byggir á okkara evnir at verja og vaksa um atgongd til tilfeingið og okkara hegni at lata upp marknaðir í øllum heiminum fyri okkara vørum. Tað ger ongin annar fyri okkum – heldur ikki danir.

Best var sjálvsagt, um vit høvdu ræði á øllum málum og ikki vóru niðurbundin í danskari løgfrøði á nøkrum øki. Men so leingi vit ikki hava tað, eiga vit at troyta allar hugsandi møguleikar til tess at fáa maksimala ávirkan í øllum málum, eisini uttanríkismálum.

Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveld