Tað hjálpir at tala Føroya søk!

Tað hjálpti at tala Føroya søk í fólkatinginum í gjár, tí nú hevur stjórnin gjørt av at atkvøða ímóti banninum at veiða lunda. Tað sæst í skjalinum, sum Europanevndin hevur sent limunum í dag.

Var í gjár á fundi við Jacob Elleman Jensen, danskur ráðharri í matvøru- og landbúnaðar málum.

Vit umrøddu málið um fuglaveiðibann, sum kann raka Føroyar.

Europa Samveldið skal í næstum taka støðu til eitt uppskot frá trimum limalondum um at áseta altjóða veiðibann eftir lunda og álku. Tað kann raka Føroyar, tí Danmark og ES eru partur av altjóða avtalu nevnd Agreement on the Conservation of African-Eurasian Migratory Waterbirds – ella AEWA-avtalan.

Samtykkja AEWA-limalondini uppskotið kann bann setast fyri at veiða, at taka egg og sum heild at órógva fuglin. Bannað verður eisini at goyma, nýta og selja ólógliga veiddan fulg og rænd egg.

Jacob Elleman Jensen skilti væl, at hetta gekk beint móti føroyskum áhugamálum , og vil tí lurta eftir Tilmæli úr Føroyum

Eg gjørdi honum greitt, at ein blonk atkvøða frá Danmark er ikki nóg mikið. Vit mugu sjálvi hava ræðið á lóggávu un burðardygga veiði í Føroyum - bæði á sjógvi og landi.

Málið var til viðgerðar í matvørunrvndini í gjár og verður aftur til viðgerðar í europanevndini í morgin.

Brævið frá Europanevndini, móttikið í dag kl 16:50:

Kære medlemmer af Europaudvalget.

Vi har netop modtaget et revideret samlenotat vedr. punkt 5 på miljørådsdagsordenen til brug for Europaudvalgsmødet i morgen. Punktet handler om beskyttelse af afrikansk-eurasiske migrerende vandfugle (topskarv, alk, lunde, krumnæbbet ryle). Punktet har betydning for jagt af fugle på Færøerne.

Det nye i det reviderede samlenotat er regeringens holdning, der er ændret til:

”Regeringen vil stemme imod forslaget om ændringer af bilag 2 og 3 til aftalen om beskyttelse af afrikansk-eurasiske migrerende vandfugle (AEWA), da det foreliggende forslag ikke vurderes at kunne forenes med Rigsfællesskabets samlede interesser.”

I det første samlenotat agtede regeringen at afstå fra at stemme.