UMHVØRVIÐ EISINI OKKARA ÁBYRGD

Umhvørviskjakið tók dik á seg nú um dagarnar, tí summi tykjast at halda, at Føroyar gera so lítlan mun á økinum, at tað er líkamikið, hvat vit gera. Men tað er tað ikki, tí veðurlagsbroytingar ávirka eisini okkum.

Eitt nú hava norðmenn júst latið úr hondum frágreiðing, sum sigur, at sjógvurin gerst alsamt flógvari í Barentshavinum. Teir óttast tí fyri, at toskurin hvørvur um fá ár. Hetta kann gerast ein dyggur smeitur fyri norsku fiskivinnuna – og okkara.

Veður og vindur og dálking og CO2-útlát gera ikki mun á landamørkum og ávirka okkum øll. Øll heimsins lond mugu tí samstarva um at minka CO2-útlátið, tí tað, sum onnur dálka, ávirkar okkum, og tað, sum vit dálka, ávirkar onnur.
Hetta hava 193 lond í ST ásannað, og tí samtykti ST í 2015 at fremja tey 17 burðardyggu heimsmálini innan 2030. Hesa dagsskrá hevur Tjóðveldi kunnað um á ráðstevnum, í bóklingi, verkstovum, lesarabrøvum og fyrilestrum.

Talan er ikki um eitt partapolitiskt mál, men eitt alheimsmál, ið allar stjórnir, allir felagsskapir og allir borgarar eiga at taka ábyrgd av. Fyri Føroyar er m.a. avgerandi at fáa sum mest av ávirkan á spurningar, ið snúgva seg um havið, tí har svimur okkara virðismiklasta tilfeingi.

Tá umræður burðardygga orku, gevur tað góða meining at arbeiða tann vegin. Í Føroyum upplivdu vit, at stórur partur av virkseminum misti sítt búskaparliga haldføri, tá oljuprísurin fór upp um 100 dollarar fyri tunnuna.

ST-heimsmálini snúgva seg um umhvørvisligt og búskaparligt skynsemi og skilagóða gagnnýtslu og samhaldsfesti á eini klótu, sum hevur avmarkað tilfeingi til tey støðugt fleiri fólkini, ið fara at búleikast á henni næstu áratíggjuni.

Tey eru tí eisini okkara ábyrgd og avbjóðing.

Magni Arge , fólkatingsmaður hjá Tjóðveldi