"HEY, EG EITI PÓL,"

sigur maðurin, sum situr frammanfyri meg í flogfarinum, tá hann vendir sær á, og heldur fram, "og tú hevur einaferð tala mína søk á fólkatingi."

Eg varnaðist, at hann eygleiddi meg, tá vit fóru umborð í Kastrup, men bar ikki kenslu á hann, og ánaði ikki hvat hann talaði um.

Og tað var ikki so løgið, tí eg hevði ongantíð hitt hann. Men hann avdúkaði í næsta setninginum, hvat málið snúði seg um.

"Tað var eg sum rendi meg fastan hjá donsku myndugleikunum, tá eg bað um at fáa dupultan ríkisborgararætt."

Paul Bungay er føddur og uppvaksin í Bretlandi og býr í Kent. Pápin er breti, men mamman er føroysk - úr Hósvík. Hon fór á ungum árum til Bretlands at arbeiða, fann sær ein maka og bleiv verðandi har.

Pól hevur umframt eina føroyska mammu eisini verið nógv í Føroyum, so hann vildi fegin hava føroyskan heimarætt, tá reglurnar um dupultan ríkisborgararætt vóru broyttar. Tá vit ikki eru sjávstøðugt land enn, mátti hann søkja um danskan ríkisborgararætt.

Men hann rendi seg fastan hjá einum donskum byrokrati, sum gjørdi honum greitt, at umframt at hava eina mammu sum var føroysk og tí danskur ríkisborgari, skuldi hann eisini prógva, at hann kundi føra eina vanliga samtalu á donskum.

Men tað kundi Pól ikki - tí hann dugir ikki danskt. Men Pól tosar ræðið føroyskt, tí mamman lærdi hann málið, og hann búði eitt skifti í Føroyum.

Málið tóku vit upp á fólkatingi, og nú hevur Inger Støjberg broytt mannagongdina, so Pól kann standa sína málsliga roynd á føroyskum og fáa ríkisborgararætt.

Vælkomin heim Pól.