HEIMSMÁL OG TJÓÐARBYGGING Í FINSEN

Tað var hugaligt at lurta eftir framløgum um verksetan av heimsmálunum í Føroyum, sum Setrið skipaði fyri í auluni á Finsen hósdagin. Og tað boðar frá góðum, tá so nógv átøk eru sett í gongd við støði í teimum seytjan burðardyggu heimsmálunum.

Á Finsen greiddi Rúni Rasmussen frá um hvussu landsstýri hevur sett Heimsmálini á skrá í aðalráðunum, Óluva Vang vísti við mongum dømum hvussu Havnin kann og vil brúka heimsmálini í kommununi, meðan Bjarni á Umhvørvisstovuni segði frá um heimsmálini og flytingina yvir til varðandi orku í Føroyum.

Í seinna enda søgdu Sóleyð Hammar frá Hugskotinum og Jay Friedlander frá College of the Atlantic í Maine frá ymsum royndum at seta heimsmálini í verk.

Føroyar kunnu fáa nógv burturúr at laga sína tjóðarbygging til heimsmálini fram móti 2030. Tað flytur okkum á eina burðardyggari leið, og tað er okkum øllum til fyrimunar, tá allur heimurin flytir seg á eina burðardyggari kós.

Tað gevur eisini afturljóð millum heimsins lond, um okkara land, fólk og vinnulív ganga í broddi fylkingar og taka stór tøk fyri eini burðardyggari framtíð.

Hóast tað er langt eftir á mál at røkka burðardyggu heimsmálunum í 2030, so tykist tað, sum Føroyar hava hálað nógv inn aftur av tí, ið datt burtur ímillum fyrstu árini frá 2015 til 2018.

So vónirnar um at vit flyta okkum skjótt og væl eru nógv betur nú enn fyri einum ári síðani, tá vit skipaðu fyri fyrstu ráðstevnuni um Burðardyggu Heimsmálini í Norðurlandahúsinum.

56345926_2240421689540679_5584597536624082944_n.jpg
55937543_2240421652874016_7377618981089181696_n.jpg
55882099_2240421696207345_3921333200269344768_n.jpg