NÚ BER AFTUR TIL AT SØKJA UM STUÐUL TIL GRANSKING OG ÚTBÚGVING Í ARKTIS

Nú ber aftur til hjá donskum, grønlendskum og føroyskum UArctic-limum at søkja um stuðul til gransking og útbúgving í Arktis fyri 2019. Umsóknarfreistin er 7. juni 2019 kl. 16:00.

University of the Arctic (UArctic) er eitt altjóða samstarv ímillum universitet og aðrar útbúgvingar- og granskingarstovnar, ið eru í arktiska økinum fyrst og fremst. Í Ríkisfelagsskapinum eru í alt 12 limir, og hesir kunnu nú søkja fígging til útbúgvingar- og granskingarátøk. 

Í uppslagnum verður greitt frá rammunum osfr..  

Tú finnur uppslagið her