Flaggstendur skulu tryggja dønum valdið í Arktis

Nógv bendir á, at danska stjórnin heldur seg kunna tryggja sítt vald í Arktis við at flagga við føroyska og grønlendska flagginum í Danmark, hóast stjórnin samstundis roynir at avmontera allar royndir at nýskipa stjórnarskipanarlig viðurskiftini við gomlu hjálondini. Í Føroya-nevndini fríggjadagin samanbar Lars Løkke Rasmussen Føroyar og Grønland við Møn og Bornholm.

Eg skal ikki leggja Lars Løkke Rasmussen undir at vilja brúka okkara flaggdag og tær 534 almennu donsku flaggstengurnar til at tøla føroyingar, so vit skulu halda, at danski staturin ber bæði kenlsuligan og politiskan alsk til Føroyar sum tjóð. Men ymiskt rørist í og kring donsku stjórnina í hesum døgum, sum er ófrættakent.

Retorikkurin ímóti nýskipan av stjórnarskipanarliga grundarlagnum í Føroyum og Grønlandi og ímóti víðkaðum uttanríkispolitiskum heimildum harðnar dag um dag.

Okkara sjálvsavgerðarrættur verður púra yvirdrivið defineraður sum at taka loysing, og Lars Løkke Rasmussen blæsur seg upp á sokallaða ríkisfundinum og sigur rættiliga beint fram, at hann heldur tey gomu hjálondini vera óærlig, tá tey vilja staðfesta sjálvsavgerðarrættin. Ein rættur, sum danir annars sjálvir hava staðfest í skrivi til ST í 2005.

Í fólkatinginum standa bæði hann og uttanríkisráðharrin fastir uppá, at Danmark bara talar við einari rødd í uttanríkispolitiskum málum, og at føroyingar og grønlendingar mugu smyrja seg við, at ES-limalandið Danmark hevur buktina og báðar endarnar, líka mikið hvørji áhugamál standa upp á spæl fyri gomlu hjálondini, sum ikki eru partur av ES.

Samanbera Føroyar við Bornholm og Møn

Á fundinum við Føroya-nevndina fríggjadagin hevði Lars Løkke hug at samanbera føroysk og grønlendsk uttanríkispolitisk viðurskifti við tey hjá Bornholm og Møn.

Føroyingar mugu skilja, segði hann, at danska stjórnin kann ikki loyva sær at lata Føroyum og Grønlandi víðari uttaníkispolitiskar heimildir, tí tað kann gerast fordømi fyri, at Bornholm og Møn fóru at krevja somu rættindi!

Spyrjast kann, hvussu logikkurin er samanskrúvaður, tá hann bæði vil hátíðarhalda dagin, tá føroyingar ímóti donskum vilja fingu tjóðarmerkið viðurkent fyri 75 árum síðan, og samstundis púra ignorerar, at Danmark var partur av búskaparliga áganginum hjá ES ímóti Føroyum í silda- og makrelstríðnum fyri tveimum árum síðan. Stongsulin í Danmark lýsti sera væl, hví Føroyar mugu hava ræðið á øllum amboðum, sum kunnu brúkast at verja okkara búskaparligu áhugamál.

Arktiska sambandið

Fyrr í vikuni segði Peter Taksøe-Jensen, strategurin, sum leggur kósina fyri danska uttanríkispolitikkin í framtíðini, at Danmark skuldi fyrst og fremst leggja dent á Arktis, tí har hevur Danmark nakað at skula hava sagt.

Í ljósinum á hesi donsku strembanini skal spenningurin millum Føroyar og Danmark um uttanríkispolitiskar heimildir og sjálvsavgerðarrætt síggjast. Tí uttan Grønland og Føroyar er Danmark eitt norðurevropeiskt appendix í uttanríkispolitiskum høpi.

Í grundini er hetta greið donsk tala. Føroyar skulu ikki halda, at tær verða fataðar sum annað enn Bornholm og Møn. Tí mugu vit í Føroyum sjálv taka neyðug stig í sjálvbjargnismálum – við ella uttan danska góðkenning. Tá fer at bragda, tí tað plagar tað. Kanska kunnu vit halda fólkaatkvøðuna um grundlógina 25. apríl, so flaggað verður fyri úrslitinum eisini í Danmark.

Annars hevði Arctic Journal eina beinrakna lýsing av danska flaggmálinum í vikuni. Undir yvirskriftini ”A Kingdom for a Flagpole” spyr netavísin speiskliga: ”Hvussu nógvar flaggstengur krevjast fyri at halda saman upp á eitt kongsríki? Svarið kann væl gerast 534!”

Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi