Fólkið í Arktis má standa saman um burðardygga veiði

Í framløgu á Arctic Frontiers í Tromsø í dag førdi eg fram, at tað er stórur munur á fatanini av burðardyggari veiði í stórbýum og Arktis, og tí er neyðugt hjá arktiska fólkinum at seta teimum krøv, ið vilja hava ávirkan í økinum. Eisini greiddi eg frá átakinum um Føroyar sum maritiman tænastudepil, og hvussu føroyingar hava bygt land við at gagnnýta tilfeingið í havinum.

Í Føroyum hava vit bygt upp eitt dygt tænastukervi t...il sjóvinnu og frálandavinnu og kunnu í mongum førum kappast við onnur støð um okkara leiðir, sum veita maritimar tænastur.

Tænastustøðið er høgt í Føroyum, tí vit hava nógvar førleikar og eru bæði skjót og fleksibul í tænastuveitingum. Alt er til taks innan stuttar frástøður, tí tað tekur stutta tíð at flyta seg millum flogvøll, Havnina, Skálafjørðin og Klaksvíkina.

Marknaðirnir eru fleiri – fiskiskip, ferðamannaskip, oljuvinna og farmaskip, sum í stórum tali sigla fram við Føroyum. Hesi verða ikki færri, nú ísurin bráðnar, og siglandi verður eftir landnyrðingsleiðini norðan fyri Rusland. Tá eru Føroyar eitt áhugavert stað at byggja upp tænastuveitingar til farmaflutning.

Slóðbrótarar í fiskiskapi í Arktis
Føroyingar hava bygt upp eitt framkomið samfelag í útnorðri við støði í tjóðarbygging og gagnnýtslu av havsins tilfeingi. Føroyskir fiskimenn vóru í mongum lutum millum teir fyrstu at royna nýggjar fiskileiðir í arktiska økinum.

Fyri okkum, sum liva við og av nattúruni, er tað umráðandi, at vit gagnnýta tilfeingið, vit hava, og at vit gera tað skynsamt, so veiðan kann halda fram ár um ár. Hetta snýr seg um búskap fyri okkum og um samljóð millum menniskju og náttúru.

Tað er stórur munur á, hvat býarfólk í kontinentalum stórbýum halda vera burðardygt, og hvat vit í útnorðri og Arktis halda burðardygga veiði snúgva seg um.

Fyri mong onnur snýr tað seg um at forða fyri eitt nú kópa- og hvalaveiðu av djóraetiskum orsøkum. Tað hevur verið veiðisamfeløgunum í Arktis ein dyggur smeitur, og tað hevur harafturat við sær, at vistfrøðiliga javnvágin er skeiklað, tí vaksandi kópa- og hvalastovnar eru grammir at eta burtur av fiskastovnunum, sum hava so stóran búskaparligan týdning.

Londini í arktiska økinum og útnorðri mugu gera eina niðurstøðu um, hvat burðardygg veiða og menning merkir í arktiskum høpi, og at tað verður sett øðrum londum sum treyt fyri at koma upp í arktiska samstarvið, at tey taka undir við arktiska leistinum og steðga áganginum móti burðardyggari veiði eftir hvali og kópi.