Danmark hevur valt at styrkja um hernaðarligu átøkini í Irak og Sýria, men Føroyar eru ikki spurdar um eina støðutakan.
Vit kunnu ímynda okkum, at Merkið fer at veittra uttan fyri donsku sendistovuna í Damaskus og staðfesta Føroyar sum krígsherjandi tjóð, hóast vit ongantíð formliga hava tikið undir við hesum.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin frá 2005, sum ásetir, at Føroyar skulu spyrjast, tá talan er um uttanríkis- og trygdarpolitisk mál av týdningi, hevur aftur spælt fallitt. Tað er eingin ivi um, at hernaðarátøk eiga at vera umfatað av hesi áseting, um tey verða framd eisini í navni Føroya, men tað hevur uttanríkismálaráðið í Danmark blankt víst aftur.
1. apríl var orðaskifti um málið, og høvi var at greiða frá hesi ójavnvágini, ið skal rættast sum skjótast, so tað verður staðfest, at bara Føroya Løgting kann taka støðu til, um Føroyar taka lut í hernaðarligum átøkum.