Geopolitiska tyngdin er bert til láns hjá Danmark

At føroysk og donsk áhugamál eru so púra ymisk í mongum førum, sæst ikki aftur í frágreiðingini um danskan uttanríkispolitikk hjá Taksøe-Jensen.

Í makreltrætuni var so langt millum partarnar, at Danmark saman við ES setti hóttandi búskaparlig tiltøk í verk móti Føroyum.

Tað er eitt faktum, at Danmark hevur størri loyalitet mótvegis ES enn Føroyum, og tí mugu Føroyar hava tey uttanríkispolitisku amboðini tøk, sum eru neyðug til at verja føroyska áhugamál.

Á eini hoyring í fólkatinginum í farnu viku mælti eg Kristian Jensen, uttanríkisráðharra og Peter Christensen, verjumálaráðharra, til at taka upp uttanríkis- og verjupolitikk við føroyingar og grønlendingar á stjórnarstigi. Sama boðskap fekk Lars Løkke til spurnarorðaskiftið herfyri.

Eg bað teir eisini skriva sær aftan fyri oyrað, at geopolitiska tyngdin hjá Danmark í heimssamfelagnum í stóran mun hvílir á staðsetingina hjá Grønlandi og Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi. 

Men tað er ein støða, sum Danmark bara hevur til láns.