Evropa vendir deyva oyra til

Grein frá 24. oktobur 2017 

ANDERS SAMUELSEN OG RAOUL ROMEVA TIL HOYRINGAR
Vit eiga at tala at, tá Spania ger seg inn á talufrælsið og sjálvsavgerðarrættin. Tí vendir Evropa deyva oyrað til rópini um hjálp úr Katalonia, so hoyra tey heldur ikki tey næstu, sum koma í somu støðu.

Lars Løkke Rasmussen helt ikki kjakið um setanarrøðuna var rætta høvið at taka spurningin upp og mælti mær til at kalla uttanríkisráðharran í samráð um støðuna í Katalonia. Tað havi eg gjørt saman við øðrum flokkum á fólkatingi. Samráðið verður í morgin mikudagin beint eftir døgurða.

Katalanski uttanríksráðharrin Raoul Romeva kemur á vitjan í fólkatinginum sama dag og fær eisini høvi at hitta uttanríkispolitisku nevndina.
---
ANDERS SAMUELSEN OG RAOUL ROMEVA I UDENRIGSUDVALGET
Europa skal tale og ikke tie, når Spanien - endda med vold - undertrykker talefriheden og selvebstemmelsesretten i Catalonien. Vender Europa - og Danmark - det døve øre til nødråbene fra Catalonien nu - hvem går det så ud over næste gang?

Statsministeren anbefalede, at udenrigsministeren blev kaldt til samråd om situationen. Det har vi gjort, og Anders Samuelsen møder op i udenrigsudvalget i morgen kl. 14.00 til åbent samråd. Udvalget modtager også Cataloniens udenrigsminister Raoul Romeva kl. 13.45.
#dkpol #Catalonien #selvbestemmelsesret #ytringsfrihed

Sí viðmerking frá Magna Arge til Lars Løkke Rasmussen her:

https://www.facebook.com/argemagni/videos/1943578245891693/

Finnast at polska grundlógarrættinum, men tiga um Spanska

Fakliga og fólskliga virðingin fyri grundlógardómstólunum í Pólland og Spania er lítil, tí skottini til parlamentini og stjórnirnar leka so illa. Eitt nú er valið av dómarum (parta) politiserað, og óhefta virksemið skert gjøgnum tøtt tilknýtir til løgmálaráðini. EU Observer undrast á, at ES finst at polska grundlógarrættinum, og samstundis tegir um politiseringina av spanska grundlógarrættinum.

Í greinini vísir professari á, at kreppan millum Katalonia og Spania júst hevur sín uppruna í liðhallum niðurstøðum hjá grundlógarrættinum viðvíkjandi lógini um sjálvræðið hjá Katalonia. Tað er tí undrunarvert, at ES toppurin finst at ódemokratisku viðurskiftunum í Pólandi, og samstundis velur at tiga um harðligu framferðina í Spania vísandi til, at spanski grundlógarrættarin legaliserar slíka framferð.

 

Les meir her:

https://euobserver.com/opinion/139512