Heimsmál nummar 8: Sømilig arbeiði og búskaparligur vøkstur

Um fleiri hundrað milliónir fólk skulu hava møguleika at arbeiða seg upp úr ógvusligum fátækadømi, er neyðugt við búskaparligum vøkstri. Málið hjá ST er, at vøksturin skal upp á 7 prosent í teimum londunum, har minst menning hevur verið. Sambært heimsbankanum verða lívskorini betraði munandi skjótari, um vøksturin er 7 prosent árliga. Enn eru vit ikki komin á mál á hesum økinum; vøksturin í teimum londunum, har minst menning hevur verið, var umleið 3,5 prosent árliga frá 2000-2014, og kemur væntandi upp á 5,5 prosent í 2017.

Í nógvum menningarlondum er høvuðsvinnan søla av rávørum, og vøksturin er tí treytaður av prísinum á rávørunum á heimsmarknaðinum. Hetta hevur við sær, at tá prísurin fellur, steðgar vøksturin í hesum londunum.  Tó hava nógv av teimum fátøku londunum nógv ung folk, sum hava meira lærdóm enn áður, og hetta gevur góðar fortreytir fyri búskapin.

Búskaparligur vøkstur er tó ikki í sær sjálvum trygd fyri, at fólkið í einum landi verður lyft úr fátækradømi.  Um ójavnin veksur, kann tað økta ríkidømið frá vøkstrinum enda hjá nøkrum fáum persónum, ið eru ógvuliga ríkir frammanundan. Tí er eisini eitt heimsmál samtykt, ið snýr seg um at minka um ójavnan allastaðni í heiminum (mál nummar tíggju).

Steðga trýstið á náttúruna

Tann búskaparligi vøksturin setur eisini trýst á náttúrunnar tilfeingi. Málið er, at vøksturin skal vera burðardyggur. Hetta merkir eitt nú, at vit skulu gagnnýta tilfeingið betri í samband við nýtslu og framleiðslu. Vit skulu eisini arbeiða fyri at steðga búskaparligum vøkstri, sum kemur av virksemi, ið oyðileggur umhvørvið.  Eitt dømi kundi verið, at ongin skógur skal jarðleggjast fyri ein skjótan búskaparligan vøkstur, men skal í staðin varðveitast og nýtast ár eftir ár.

Sømilig arbeiði

Ein annar týdningarmikil partur av hesum málinum er, at tað skal vera fokus á rættindi hjá arbeiðstakarum, soleiðis at tey fátæku ikki bara fáa eitt arbeiði, men at tað eisini eru sømiligar og tryggar umstøður. Vit skulu beinanvegin fara undir at steðga handli við menniskjum, og í síðsta lagi í 2025 skulu øll sløg av barnaarbeiði vera steðgað.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 8: SØMILIG ARBEIÐI OG BÚSKAPARLIGUR VØKSTUR

8.1

Vit skulu varðveita búskaparligan vøkstur í samsvar við viðurskiftini i hvørjari einstakari tjóð, og serliga skulu vit tryggja ein árligan búskaparvøkstur á minst 7 prosent í teimum londum, har minst menning hevur verið.

8.2

Vit skulu fáa størri búskaparliga framleiðslu ígjøgnum ymiskleika, tøkniliga menning og nýskapan, millum annað við at leggja dent á arbeiðskrevjandi geirar við stórum virðisvøkstri.

8.3

Vit skulu stuðla politiskum avgerðum, sum leggja dent á menning, ið veitir sømilig arbeiði og stuðlar úrtøkumiklum virksemi, íverksetan, skapanarevnum og nýskapan. Vit skulu somuleiðis stuðla formalisering og vøkstri í smáum og millumstórum fyritøkum, eitt nú við at veita atgongd til fíggjartænastur.

8.4

Inntil ár 2030 er lokið, skulu vit støðugt gerast betri til at gagnnýta heimsins tilfeingi meira munadygt í samband við nýtslu og framleiðslu. Somuleiðis skulu vit virka fyri at loysa okkum frá búskaparligum vøkstri, ið berur við sær oyðilegging av umhvørvinum, í samsvar við 10-ára karmin av ætlanum hjá ST um burðardygga nýtslu og framleiðslu. Á hesum økjum skulu tey framkomnu londini ganga á odda.

8.5

Áðrenn 2030 skulu allir menn og allar kvinnur hava eitt virðisskapandi og sømiligt arbeiði, ið gevur teimum eins løn fyri eins arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri ung og fyri fólk, ið bera brek.

8.6

Áðrenn 2020 skulu vit, í týðandi mun, minka um tann partin av ungum, ið hvørki arbeiða, eru undir útbúgving ella eru í læru.

8.7

Vit skulu, alt fyri eitt, fara undir at steðga tvingilsarbeiði, nútíðar trældómi og menniskjahandli. Somuleiðis skulu vit steðga teimum verstu sløgunum av barnaarbeiði, eitt nú útvegan og nýtslu av barnahermonnum. Við byrjan í 2025, skulu vit fullkomiliga basa øllum sløgum av barnaarbeiði.

8.8

Vit skulu verja rættindi hjá arbeiðstakarum, og virka fyri tryggum og støðugum arbeiðsumhvørvum fyri allar arbeiðarar, herímillum gestaarbeiðarar, serliga kvinnur, umframt starvsfólk, ið ikki hava fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

8.9

Áðrenn 2030 skulu vit samtykkja og seta í verk politiskar avgerðir, sum virka fyri einari burðardyggari ferðafólkavinnu, sum skapar arbeiði og stimbrar áhugan fyri staðbundnum vørum og mentan.

8.10

Vit skulu styrkja egnar fíggjarstovnar fyri at víðka atgongdina til bankavirksemi, trygging og aðrar fíggjartænastur fyri øll.

8.a

Vit skulu økja undirtøkuna fyri “Aid for Trade” í menningarlondunum, serliga í teimum londunum, har minst menning hevur verið. Hetta skal eitt nú gerast ígjøgnum “the Enhanced Integrated Framework for Trade-Related Technical Assistance to Least Developed Countries”.

8.b

Áðrenn 2020 skulu vit menna og byrja eina altjóða virkisskrá fyri at fáa ung í arbeiði, og vit skulu seta í verk “the Global Jobs Pact of the International Labour Organization” hjá ST.