Heimsmál nummar 17: Samstørv um heimsmálini

Síðsta heimsmálið kann tykjast heldur óítøkiligt, tí hvat merkir samstarv í roynd og veru?

Seytjanda heimsmálið snýr seg um breitt politiskt, tøkniligt og búskaparligt samstarv tvørtur um landamørk, har bæði samgongur, fyritøkur, feløg og vanliga fólkið seta sær fyri at arbeiða við málunum, hvør sær og saman, til tess at røkka teimum. Harafturat snýr tað seg eisini um hvør skal gjalda fyri íløgurnar, sum skulu til fyri at vit kunnu røkka heimsmálunum.

Svarið er, at tað skulu vit øll. Tann ríkari parturin av heiminum skal virða teirra lyfti um hvørt ár at lata í minsta lagi 0,7 prosent av bruttotjóðarinntøkuni, til at stuðla menningini í teimum fátækastu londunum. Menningarlondini skulu tó ikki einans taka ímóti og vera bundin at stuðulinum; tey skulu eisini gerast betri til at gjalda fyri egna menning og gerast meira sjálvstøðug. Tey skulu gerast betri til at savna inn skatt og nýta peningin skynsamt til íløgur í vegir, skúlar, læknastovur og annað, ið kann stimbra búskaparligari framgongd og gera tað møguligt at lyfta enn fleiri upp úr fátækradømi.

Ein partur av grundarlagnum fyri, at menningarlondini sjálvi kunnu fíggja størri part av teirra menning, er at útflutningurin til restina av heiminum tvífaldast áðrenn 2020. Hesum kunnu vit røkka, eitt nú um tey londini, har minst menning hevur verið, fáa atgongd til altjóða heimsmarknaðin uttan tollforðanir og kvotur.

Við síðuna av hesum skulu øll londini í heiminum gerast betri til at samstarva um tøkni og gransking tvørtur um landamørk. Eitt nú skulu vit veita hvørjum øðrum burðardygga tøkni, soleiðis at menningarlondini frá byrjan kunnu byggja upp ídnaðir, ið eru umhvørvisliga burðardyggir. Málið er, at menningarlondini ikki gera somu feilirnar, sum framkomnu londini hava gjørt, og sum hava ført við sær stórar trupulleikar við dálking.

Fortreytin fyri hesum er, at vit gerast betri til at máta gongdina í londunum, og tá er tað ikki bara talan um búskaparliga vøksturin. Tá vit savna inn fleiri hagtøl við betri góðsku, fer tað at bera betri til at síggja, um okkara strembanir og íløgur eisini lyfta fólk úr fátækadømi, um nóg nógv børn ganga í skúla, og um náttúruøki verða nóg væl vard. 

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 17: SAMSTØRV UM HEIMSMÁLINI

Fíggjarpolitikkur

17.1

Vit skulu styrkja evnini hjá londunum at gagnnýta teirra egna tilfeingi. Eitt nú við altjóða stuðli til menningarlondini, til tess at betra um teirra evni og førleikar at krevja inn skatt og á annan hátt fáa hægri inntøkugrundarlag.

17.2

Tey framkomnu londini skulu fremja teirra altjóða skyldir at hjálpa til við menningini. Hetta fevnir eitt nú um lyftið hjá fleiri londum lata 0,7 prosent av bruttotjóðainntøkuni í stuðli til menningarlondini. Tað fevnir eisini um lyftið at stuðla teimum londunum, har minst menning hevur verið, við ímillum 0,15 og 0,2 prosentum av bruttotjóðarinntøkuni. Londini, ið veita stuðul, eiga at seta sær sum mál, at í minsta lagi 0,2 prosent av bruttotjóðarinntøkuni fer til tey lond, har minst menning hevur verið.

17.3

Vit skulu seta í verk uppaftur fleiri fíggjarligar møguleikar til menningarlondini. Peningurin skal stava frá fleiri ymiskum keldum.

17.4

Vit skulu hjálpa menningarlondunum at gera teirra skuld haldføra í longdini. Hetta skal gerast við at samskipa politiskar avgerðir við tí endamáli at fíggja, umskipa og lætta um skuldina, alt eftir hvat er hóskandi. Vit skulu taka okkum av fátøku londunum, sum eru í djúpari skuld, til tess at lætta skuldarbyrðuna.

17.5

Vit skulu seta tiltøk í verk, ið skunda undir íløgur til tey londini, har minst menning hevur verið.

Tøkni

17.6

Vit skulu menna granskingarsamstarvið millum norðaru og syðru londini, innanhýsis millum londini sunnanfyri, og tvørtur um landamørk. Samstarvið skal geva betri atgongd til vísindi, tøkni og nýskapan, og skal harafturat betra um vitanarbýti, eftir teimum treytum, ið felags semja er um. Hetta gera vit við betri samskipan millum samstarvsfelagar, serliga í Sameindum Tjóðum, og umvegis eitt altjóða samstarv um tøkniligt vitanarbýti.

17.7

Vit skulu skunda undir menning, flyting og spjaðing av umhvørvisliga skilagóðari tøkni í menningarlondunum. Hetta skal eitt nú gerast gjøgnum felags avtalur við serliga góðum treytum.

17.8

Í 2017 skal full ferð verða á tøknigrunninum hjá ST og teirri førleikamennandi mekanismuni fyri vísind, tøkni og nýskapan í teimum londunum, har minst menning hevur verið. Vit skulu samstundis betra um nýtsluna av skapandi tøkni, serliga kunningar- og samskiftistøkni.

Førleikamenning

17.9

Menningarlondini skulu fáa betri altjóða stuðul til at fremja eina virkna og málrættaða førleikamenning, til tess at stuðla londunum at seta heimsmálini í verk. Millum annað við samstarvi millum londini norðan- og sunnanfyri, innanhýsis millum londini sunnanfyri, ella við hjálp frá londum ella felagsskapum norðanfyri.

Handil

17.10

Vit skulu fremja eina alfevnda altjóða handilsskipan, sum byggir á ásetingar og almennar og javnar fortreytir, sum ikki gera mismun. Hetta skal gerast undir stjórnini hjá WTO, eitt nú við úrskurðinum frá samráðingunum um Doha-menningardagsskránna (Doha Developement Agreement)

17.11

Menningarlondini skulu økja munandi um útflutningin. Áðrenn 2020 skal parturin av altjóða útflutningsmarknaðinum hjá teimum londunum, har minst menning hevur verið tvífaldast.

17.12

Vit skulu veita teimum londunum, har minst menning hevur verið, varandi tollfría og kvotufría atkomu til heimsmarknaðin, samsvarandi avgerðini hjá heimshandilsstovninum WTO. Eitt nú við at tryggja at ásetingarnar um framíhjárættindi fyri upprunaland eru gjøgnumskygdar og einfaldar, og at tær hjálpa við at fremja marknaðaratgongd.

Altjóða politiskur samanhangur

17.13

Vit skulu styrkja altjóða makrobúskaparliga støðufestið, eitt nú við at politiskar avgerðir eru samanhangandi og samskipaðar.

17.14

Vit skulu fáa meir samanhang í politisku avgerðirnar fyri at styrkja burðardyggu menningina.

17.15

Vit skulu virða leiðsluna og politiska rásarúmið hjá øllum londum til at fremja politiskar avgerðir, sum eru við til at basa fátækadømi og skapa eina burðardygga menning.

Samstarv millum fleiri áhugapartar

17.16

Vit skulu styrkja altjóða samstarv fyri burðardyggari menning við øktum samstarvi millum fleiri áhugapartar. Samstørvini skulu seta ferð á og deila vitan, serkunnleika, tøkni og veita fleiri fíggjarligar møguleikar til at stuðla burðardyggari menning í øllum londum, serliga teimum, har minst menning hevur verið.

17.17

Vit skulu virka fyri og eggja til samstørv tvørtur um almenna geiran, privata vinnulívið og sivilsamfelagið. Hetta skal fremjast við at byggja víðari á okkara royndir við felagsskapum og teirra førleikum.

Hagtøl, eftirlit og ábyrgd

17.18

Áðrenn 2020 skulu vit gerast betri til at stuðla menningarlondunum at fáa førleikar til at savna saman hagtøl. Hagtølini skulu vera dagførd og álítandi og kunna greinast eftir inntøku, kyni, aldri, rasu, uppruna, gestaarbeiðarastøðu, breki, landafrøðiligari støðu og aðrari vitan, ið er viðkomandi fyri støðuna í einstaka landinum. Eisini tey londini, har minst menning hevur verið, og smá oyggjasamfeløg í menning skulu fáa størri stuðul til at menna hesar hagfrøðiligu førleikarnar.

17.19

Áðrenn 2030 skulu vit byggja víðari á verandi átøk, til tess at menna nýggjar hættir at máta framstig í burðardyggari menning á annan hátt enn við bruttotjóðarúrtøkuni. Vit skulu eisini stimbra førleikarnar hjá menningarlondunum til at savna saman hagtøl um teirra egnu menning.