Mentanarnáttin 2017 á Christiansborg

Aftur í ár skipa føroysku fólkatingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, fyri føroyskari mentanarnátt á Christiansborg. Tiltakið verður fríggjakvøldið 13. oktobur frá 18.00 til 23.30. 
Kendi danski skemtarin Anders Lund Madsen, tiltikni bingoverturin umborð á Norrønu, kemur at undirhalda. Eisini kemur vælumtókta popsongkvinnan Guðrið Hansdóttir og fólkarokkbólkurin Hamradun at spæla nøkur løg fyri okkum.
Afturat ókeypis thé og kaffi, royna vit eisini nakað øðrvísi í ár – nemliga føroyskt kakuborð, ið flestu okkara kenna aftur. 

Skráin fyri kvøldið:
18.00 – Dyrnar lata upp
18.30 – Sjúrður og Magni bjóða vælkomin
18.45 – Guðrið Hansdóttir
19.45 – Hamradun
20.30 – Anders Lund Madsen
21.30 – Ja/nei spurningar til fólkatingslimirnar um stórt og smátt – onki uttanumtos
21.45 – Guðrið Hansdóttir
22.30 - Hamradun

Komið við! Takið vinfólkini undir armin og komið til eitt stuttligt og hugnaligt kvøld á Christiansborg! 

Vit vilja mæla øllum til at koma í góðari tíð, tí tað plagar at vera kø uttan fyri Christiansborg hetta kvøldið. Fyri at vera við til tiltakið er neyðugt við einum mentanararmbandi til mentanarnáttina í Keypmannahavn, sum tú m.a. kanst keypa í 7-Eleven. Til ber at lesa meira um mentanarnáttina í Keypmannahavn her: https://www.kulturnatten.dk/