RÆTTARGANGSLÓGIN DAGFØRAST

Í mars mánaði setti fólkatingsumboðið fyri Tjóðveldi, Magni Arge, løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, ein §20 spurning viðvíkjandi gongdini í dagføringini av rættargangslógini fyri Føroyar.

Rættargangslógin inniheldur m.a. reglur um dómstólarnar, strukturin hjá politinum og ákæruvaldinum, treytir fyri at vera og virka sum løgfrøðingur, reglur fyri viðgerðir hjá dómsstólum av borgarligum rættarmálum og revsimálum osfr.

Í grundgevingunum fyri tørvin á eini dagføring vísti Magni Arge m.a. á at sambært hansara keldum vóru umleið 200 tillagingar neyðugar. Svarið var tá, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast á stovn, og hann skuldi koma við einum uppskoti til eina rættargangslóg fyri Føroyar. Hesin bólkur er nú settur og hann hevur havt sín fyrsta fund.

Limirnir í arbeiðsbólkinum eru fólk við hollari vitan um Føroyar og føroysku rættarskipanina, soleiðis verður tryggjað at lógaruppskotið endurspeglar føroyskt viðurskifti.

Limirnir eru:

Formaður Søren Holm Seerup,     Retten i Lyngby

Anders Aagaard,                           Justitsministeriet

Nella Festirstein,                           Færøernes Landsstyre

Sjúrður Rasmussen,                      Færøernes Landsstyre

Andrea Hilden Honoré,                 Domstolsstyrelsen

Ole Græsbøll Olesen,                    Dommerforeningen

Henrik Møller,                               Retten På Færøerne

Hanna Vang,                                 Retten på Færøerne

John Kølbæk,                                Færøernes Politi

Lene Moyell Johansen,                  Rigsombudsmanden på Færøerne

Christian Andreasen,                     Færøernes Advokatforening

Bárður Larsen,                               Færøernes Universitet

 

Arbeiði er sera umfatandi og arbeiðsbólkurin verður væntandi liðugur við dagføringina á sumri 2018.