Nú ber aftur til at søkja um stuðul til gransking og útbúgving í Arktis

Nú ber aftur til hjá donskum, grønlendskum og føroyskum UArctic-limum at søkja um stuðul til gransking og útbúgving í Arktis fyri 2018. Umsóknarfreistin er 1. august 2018 kl. 12.

Tað er Styrelsen for Forskning og Uddannelse, sum umsitur fíggingina, og hevur sent út áheitanina um at søkja stuðul til undirvísingar- og granskingarverkætlanir í arktis.

University of the Arctic (UArctic) er eitt altjóða samstarv ímillum universitet og aðrar útbúgvingar- og granskingarstovnar, ið eru í arktiska økinum fyrst og fremst. Í Ríkisfelagsskapinum eru í alt 12 limir, og hesir kunnu nú søkja fígging til útbúgvingar- og granskingarátøk. 

Í uppslagnum verður greitt frá rammunum osfr..  

Tú finnur uppslagið her