Kom og fanga Tjóðveldi á fólkatingi til ráðstevnuna ”KOM OG FANGA OKKUM”, sum MFS skipar fyri á Norðuratlans Bryggjuni leygardagin 21. apríl.
Her verður møguleiki at fáa eitt prát við starvsfólk á skrivstovuni, um hvat vit takast við og um hvørjar starvsmøguleikar vit kunnu bjóða.
Arbeiðið hjá Tjóðveldi á fólkatingi er sera fjøltáttað. Fyrst og fremst arbeiða vit við politiskum málum, ið stendst av eitt nú málsfyrireikingum og fyrireikingum til fundir í t.d. fólkatingssalinum tá mál, ið viðkoma Føroyum eru á skrá. Harnæst snýr arbeiðið seg um at innsavna vitan og tilfar, gera politiskar, samfelags- og búskaparligar greiningar, fyriskipa ráðstevnur og onnur tiltøk og eisini fjøltáttaðar uppgávur innan samskifti og fyrisiting – alt, ið er viðkomandi fyri føroyska samfelagið.
Í løtuni starvast trý fólk á skrivstovuni, ein skrivstovuleiðari og tveir studentar. Framyvir ætla vit at víðka um okkara skrivstovu við einum starvslæruplássi og veita møguleika fyri lesandi at samstarva við okkum um verkætlanir og uppgávur, ið eru viðkomandi fyri Føroyar og okkara virksemi.
So um tú skal í starvslæru, ella um tín næsta uppgávu í samband við lesnaðin skal snúgva seg um føroyskan politik ella samfelagsbúskap, ert vælkomin at práta við okkum um hvørjar tankar tú hevur gjørt tær, so vit kunnu kannað møguleikarnar fyri at eitthvørt samstarv kann koma í lag.