NORÐURLANDARÁÐIÐ HITTIST TIL VÁRFUNDIR Í KEYPMANNAHAVN

Í morgun var eg á fundi í mentanarnevndini, sum endaliga samtykti at halda summarfundin í Føroyum síðst í juni. Tey skulu millum annað vitja Glasir, Fróðskaparsetrið og í Kirkjubø.

Á fundinum var eisini umrøtt, hvussu vanarnir at brúka sjónvarp eru broyttir við stroyming og pakkaloysnum við nógvum rásum. Tíverri sløkkja eisini public service rásirnar sínar tænastur fyri egnum og øðrum borgarum, sum eru í øðrum norðurlondum. Tað arbeiðir norðurlandaráðið við at bøta um. Men nógv er broytt seinastu árini, fortaldi ein granskari. Eitt nú lærdu estar væl at tosa finskt í sovjettíðini, tí tað var einasta útlendska sjónvarp tey sóu. Men í dag tosa tey bara enskt!

Hugurin til at stuðla uppundir samstarv um mentan er góður, og seinnpartin heitti Norðurlandaráðið á stjórnirnar um at fáa í lag samstarv um marknaðarføring av norðurlendskum filmum og at hýsa útlendskum filmsframleiðslum.

Tónleikurin fekk eisini sítt, tí nú avgjørt var eisini at heita á public service rásirnar í norðurlondum um at spæla meiri norðurlendskan tónleik.

56770536_2245665712349610_5881808766701142016_n.jpg
56464353_2245665692349612_4528065285801902080_n.jpg
56770457_2245665729016275_4773267992387518464_n.jpg