EIN VANLUKKA Í TITANIC KLASSANUM

Tað kundi enda við eini vanlukku í Titanic klassanum, um norska krússkipið Viking Sky kollsigldi, tá motorararnir kódnaðu herfyri. Tí tað gekk sjón fyri søgn, at sjálvt í Norra, sum hevur bestu tilbúgving í Norðurhøvum, er tað trupult at koma fólkum til hjálpar á einum risaskipi, tá veðrið ikki er til vildar.

Aftaná 24 tíma bjargingarflúgving vóru bara sløk 400 fólk fingin av skipinum og túsund vóru eftir umborð. Og tá brúktu normenn allan síntyrluflota, tí danir sendi sínar tyrlur til Noregs at passa dagligu tilbúgvingina fyri teir.

Hugsa vit okkum, at hetta hendi í Føroyum ella Íslandi, so var tilbúgvingin væl minni, umstøðurnar helst truplari og hjálpin longur burtur. Fara vit longur burtur í eina oyðimørk, sum til Eysturgrønlands er trupult yvirhøvur at fyristilla sær, hvussu nøkur verulig bjarging kann fara fram.

Hetta tók eg fram í fólkatinginum í gjár, tá norðurlendska samstarvið um verju og tilbúgving var til viðgerðar. Tí her er ikki javnvág millum orkuna hjá fólkafátæka umhvørvinum í Norðurhøvum og Arktis, og váðanum sum økta skipaferðslan við uppruna úr øðrum londum hevur við sær.

Eg mælti til, at norðurlond straks tóku upp spurningin um tilbúgvingina í Norðurhøvum. Hvussu váðin sær út, og hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at fyribyrgja tí ringasta, og hvussu londini í Norðurhøvum og Arktis kunnu vaksa um tilbúgvingina og koma hvørjum øðrum skjótt til hjálpar.

Eitt av hugskotunum er at eyðmerkja vandaleiðirnar og avmarka bæði sigling og stødd av skipum á vandamestu leiðunum. Annað at krevja siglingar- ella tilbúgvingargjald frá eitt nú ferðamannaskipunum, so tey eisini bera ein part av kostnaðinum fyri tilbúgvingina, sum teirra sigling við ferðafólki krevur.